Dimmlætting fer burtur úr Føroyaprent

Í dag, hósdag 15. apríl tekur Dimmalætting seg burtur úr Pf. Føroyaprent. Tey 50%, ið Dimmalætting átti, eru yvirtikin av hinum eigaranum Pf. Hestoy. Pf. Richard B. Thomsen & Søn kemur inn sum nýggjur eigari.

Tað vóru Dimmalætting og Hestprent, sum í 2004 løgdu prentsmiðjurnar saman til Pf. Føroyaprent. Á henda hátt vildu feløgini tryggja grundarlagið undir einari kappingarførari prentsmiðju í Føroyum. Samstarvið millum partarnar hevur virkað sera væl í hesi 6 árini. Í samband við broytingarnar á Pf. Dimmalætting eru partarnir komnir ásamt um hesa broyting í eigaraviðurskiftunum í Pf. Føroyaprent.

Á aðalfundi í Pf. Føroyaprent, ið verður hildin fríggadagin 16. apríl, verður nevndin eisini broytt samsvarandi. Frameftir verða trý fólk í nevndini og eru tey Hjalgrim Samuelsen, formaður og nevndarlimirnir verða Richard L. Thomsen og Susann H. Hestoy, meðan Jon Hestoy heldur fram sum stjóri.