Dimmlætting brotið góðan fjølmiðlasið

Fjølmiðlanevndin gevur Miðvágs Badmintonfelag viðhald í ein kæru, sum felagið hevur kært Dimmalætting fyri Miðvágs Badmintonfelag upplýsir, at Dimmalætting hevði sum høvuðsyvirskrift á forsíðuni hósdagin 27. desember 2007 úttalilsi frá Meginfelag teirra brekaðu: Vit verða misbrúkt av Miðvágs Badmintonfelag. Undiryvirskriftin var hendan: ?Miðvágs Badmintonfelag hevur í seinastuni selt ein kalendara fyri at fáa pening í kassan. Men kalendarin verður seldur undir skeivum fortreytum, heldur Laila Solmunde, forkvinna í Meginfelag teirra brekaðu. Fleiri keyparar halda seg hava stuðlað teimum brekaðu og ikki badmintonspælarum í Miðvági?. Sjálv greinin stóð á s. 3.

Avgerðin hjá Fjølmiðlanevndini:

Fjølmiðlanevndin hevur á fundi tann 2. apríl 2008 viðgjørt kæruna av nýggjum. Í viðgerðina av hesum málinum luttóku Halgir Winther Poulsen, Ingolf S. Olsen, Johann Mortensen og Nella Festirstein. Fjølmiðlanevndin kom til fylgjandi úrskurð:

Vísandi til tey sjónarmið, sum síggjast aftur sum grein 4.13 í uppskotinum til góðan fjølmiðalsið heldur Fjølmiðlanevndin framvegis, at Dimmalætting átti at givið Miðvágs Badmintonfelag høvið til at svara ákærunum samstundis sum greinin var almannakunngjørd. Og tá tað ikki eydnaðist Dimmalætting beinanvegin at fáa viðmerkingar frá Miðvágs Badmintonfelag, so átti blaðið at valt at bíða við at almannakunngera greinina. Fjølmiðlanevndin hevur í niðurstøðu síni lagt dent á, at talan var ikki um tíðindi, sum ikki toldu at bíða.

Fjølmiðlanevndin heldur, at Dimmalætting við hesum hevur brotið góðan fjølmiðlasið sambært fjølmiðlaábyrgdarlógini.? (eitt sindur stytt)