Dimman í Skiftirættinum

Klokkan 14 í dag byrjaði fundur í Skiftirættinum, har starvsfólkini hava kravt Dimmu á heysin.

Klokkan 14 í dag byrjaði fundur í Skiftirættinum, har starvsfólkini hava kravt Dimmu á heysin.

 

Anfinn V. Hansen, sakførari hjá Eyðfinn Reyðberg og Árna Gregersen, kravdi, at øll óviðkomandi vóru tveitt á dyr, og tað umfataði Ingolf S. Olsen, virkandi formann í felagnum Førysk Miðlafólk, undirritaða, sum situr í somu nevnd, umframt onkran kravánara.

 

Terji Nielsen sat sum umboðsmaður fyri starvsfólkið, og annars vóru fýra onnur starvsfólk frá Dimmu við á fundinum.

 

Bæði Eyðfinn Reyðberg og Árni Gregersen vóru somuleiðis á fundinum í Skiftirættinum seinnapartin í dag.