Ársins Neyðrakett, sum lesarar hjá Dimmalætting trúliga hava valt á hvørjum ári, er í ár vald innanhýsis. Og valið fall á Árna Gregersen Tey hava trivið í egnan barm á Dimmalætting. Innanhýsis voteringin er endað við, at Dimmalætting sjálv hevur fingið Ársins Neyðrakett.
Orsøkin er sjálvandi, at blaðið í apríl keypti Vinnuvitan og Vikublaðið, men máttu longu í desember sanna, at talan ikki hevði verið um eitt gott keyp.
Bløðini vórðu skrottað og fleiri fólk mistu starvið.
Dimmalætting sigur, at tað sjávlandi hava verið fleiri aðrir kandidatar til heiðurin, men at tey altso hava valt at lata Ársins Neyðrakett bresta innanveggja.