Redaktiónin á Dimmalætting varð í gjárkvøldið fyrsti móttakarin av nýggju Winther-heiðurslønini, sum Føroysk Miðlafólk letur.
Felagið Føroysk Miðlafólk heiðraði í gjárkvøldið bestu journalististu avrikunum í 2012.
Fyri fyrstu ferð skuldi serliga Winther-heiðurslønin latast. Hendan verður latin journalisti ella journalisttoymi, sum við serliga dygdargóðum journalistiskum handverki miðvíst hevur viðgjørt og sett á breddan eitt týðandi samfelagsligt evni farna árið.
Og fyri 2012 valdi dómsnevndin at geva redaktiónini á Dimmalætting heiðurin. Í grundgevingini førdi dómsnevndin millum annað fram:
- Allir miðlar hava trong fíggjarlig kor og freistandi og lætt er at slaka í journalistisku dygdini, men Winther-heiðurslønin verður latin eini redaksjón, sum ikki hevur slakað, men hildið journalistiska handverkið í hevd.
Virðisløn fyri Ársins innslag fingu Høgni Jacobsen og Bergljót Debes Hentze fyri innslagiðDottin úr ALS, sum var í Degi og Viku 29. mars 2012.
Virðisløn fyri Ársins Sending 2012 fingu Heini í Skorini og Hans Petur Hansen fyri sjónvarpssendingina Eg vil ikki krógva tað, sum varð send í Kringvarpi Føroya 11. oktober 2012.
Virðisløn fyri ársins bestu grein varð latin Georg Lindenskov Petersen fyri greinina Stranda Skúli broytti ársmet eftir próvhandan og síðugreinarnar sum stóðu í Dimmalætting 10. desember.
Virðisløn fyri Ársins Pressumynd fekk Tróndur Dalsgarð fyri mynd til greinina Eitt afturstig at flyta heimaftur á blaðsíðu 56 í bókini Exit Føroyar (2012).
Í dómsnevndini sótu Beinta Løwe Jacobsen, Kári Mikkelsen, Helgi Arntórsson, Øssur Winthereig og Birgir Kruse.