Heimskendi fótbóltsúrmælingurin, Diego Maradona, er framvegis í medisinskari viðgerð eftir skurðviðgerðina, hann fekk fyrr í hesi vikuni. Nú vil hann sleppa heim, men tað vilja læknarnir ikki loyva honum.
- Diego Maradona hevur virkað ørkymlaður nakrar ferðir eftir skurðviðgerðina, sigur ein av læknunum, Alfredo Cahe, sum hevur havt við fyrrverandi fótbóltsleikaran at gera í nógv ár.
Sambært útlendskum miðlum skal hin 60 ára gamli, Diego Maradona, hava víst greið tekin um rúsabstinensir eftir skurðviðgerðina í heilanum.
- Hann má fáa viðgerð fyri at steðga drekkarínum. Vit noyðast at taka tarvin við hornunum. Hann hevur trupulleikar við livrini, hjartanum, og hann hevur trupulleikar við maganum, sigur Alfredo Cahe.
Síðan skurðviðgerðina hevur Diego Maradona fleiri ferðir ætlað sær heim av sjúkrahúsinum, men hann hevur verið hildin aftur. - Hann kann vera ógvuliga, ógvuliga trupul at fáast við, men hesaferð mugu vit ikki geva eftir, sigur læknin, Leopoldo Luque, við spanka blaðið, Marca.
Diego Maradona er í løtuni høvuðsvenjari í felagnum, Gimnasia í Argentina. Hann gjørdist heimsmeistari við Argentina í 1986, og hann verður av nógvum umrøddur sum ein av tíðarinnar bestu fótbóltsleikarum.