Didier Drogba til Kina

Tað tykist nú vist, at Champions League hetjan hjá Chelsea, Didier Drogba, hevur spælt sín seinasta dyst fyri felagið. Sáttmálin hjá honum gongur út nú í summar og sambært bretskum miðlum hevur hann játtað at skifta til kinesiskan fótbólt.

 

Hann hevur mangan verið maðurin, ið Chelsea viðhaldsfólk hava vent sær tilt á nógv stendur á. Í níggju finalum hevur hann skotið níggju mál fyri Chelsea. Seinasta málið kom í Champions League finaluni leygarkvøldið. Umframt tað, so skoraði hann eisini avgerandi málið í brotssparkskappingini.

 

Nú tykist tó greitt, at 34-ára gamli framherjin úr Fílabeinsstrondini hevur spælt sín seinasta dyst fyri London felagið. Chelsea hevur í longri tíð verið í samráðingum við Didier Drogba um at leingja samstarvið, men partarnir eru ikki komnir á mál.

 

Bæði The Guardian og Dailymail skriva í kvøld, at Didier Drogba hevur tikið eina avgerð um at skifta til Shanghai Shenhua aftaná summar. Ein avtala, sum fer at tryggja Champions League vinnaranum yvir tvær milliónir krónur í løn um vikuna.

 

Um Didier Drogba skiftir, so var hansara seinasta uppgáva í eini Chelsea troyggju at taka avgerandi brotssparkið í Champions League finaluni. Eitt brotsspark hann skoraði trygt uppá.