Tað er næstan einki mark fyri, hvørji áhugaverd evni fjala seg í grønlendsku undirgrundini. Nú hevur felagið NunaMinerals boðað frá, at tað hevur funnið diamantar í landnyrðing úr høvuðsstaðnum Nuuk. Sambært stjóranum, Ole Christensen, hava fólk hjá felagnum funnið seks diamantar. Hann ásannar, at teir eru minni enn ein mm, men at tað týdningarmesta er, at diamantar eru funnir har.
Diamantarnir eru funnir í stórum steinum, sum innlandsísurin hevur flutt aftur og fram, og NunaMinerals hevur funnið meiri enn 200 av hesum steinunum. Tí hevur Ole Christensen góðar vónir um at finna fleiri diamantar, men um grundarlag verður fyri veruligari námsvinnu, dugir hann ikki at siga enn.