Hondbóltur
Vestmenningar hava nú avgreitt venjaraspurningin á manssíðuni til komandi kappingarár.
Seinnu hevur tað verið soleiðis í Vestmanna, at tað hava verið lokalar kempur, sum hava staðið fyri venjingini, og tey bæði seinnu árini hevur talan verið um leikandi venjara.
Men soleiðis verður ikki í ár. Avtala er nevnliga fingin í lag við Dia Midjord, sum hesi bæði seinnu árini hevur vant mansliðið hjá Neistanum, tó at tað mest man vera úr Kyndli, at hann er kendur fyri avrik síni. Bæði sum venjari og leikari.
Upp til leikararnar
Og tá vit høvdu orðið á nýggja VÍF-venjaran tóktist hann vera spentur til nýggju uppgávuna.
- Eg má siga, at hetta er ein øgiliga spennandi uppgáva. VÍF plagar altíð at royna at liggja framvið, og eftir at teir tvey ár á rað hava vunnið bronsu, má málið verða at betra hetta, sigur hann, áðrenn hann leggur afturat, at enn er málið so ikki endaliga sett.
- Tú fært ikki meg at siga, at gullið er tað, sum vit fara eftir. Tað er nakað, sum verður upp til leikararnar. Tað krevur í øllum førum nógv og hart arbeiði, um talan skal verða um pláss í oddinum, so tað veldst um, hvussu nógv teir leggja í venjingina.
Men vit fara tó neyvan heilt skeivir, um vit her staðfesta, at gullið er málið. Tað vildi í øllum førum ikki líkst Dia serliga nógv, um hann hevur ætlanir um at fara til Vestmanna at dyrgja eftir silvur- ella bronsumerkjum.
Eingin trupulleiki
Sum nevnt, so er tað einamest úr Kyndli, at Dia er kendur fyri avrik síni. Men hóast rivaliseringin millum júst Kyndil og VÍF er tiltikin stór, so heldur hann ikki, at hetta er nakar trupulleiki hjá sær.
- Nei, tað haldi eg ikki. Eg haldi sum sagt, at hetta er ein sera spennandi uppgáva, og eg gleði meg til at fara í holt við hesa, sigur hann at enda.










