Dia Midjord skal venja VÍF

Tað sigur VÍF í tíðindaskrivi beint nú.

Dia er ein av okkara royndastu venjarum, og hann hevur eisini venjaraútbúgving á hægsta stigi í Evropa.

 

- Hetta er ein spennandi uppgáva, sum eg gleði meg til, tí hondbóltur er høgt í metum í Vestmanna, sigur Dia Midjord, sum seinastu 3 árini hevur vant mansliðið hjá Kyndli og staðið á odda fyri A-landsliðnum hjá monnum.

 

Áðrenn tað vandi hann menninar hjá VÍF og Dia var venjari, tá VÍF seinast vann FM-heitið í 2005. Við honum sum venjara spældi liðið seg í eina FM-finalu aftrat, og øll trý árini var VÍF í steypafinaluni, men tað eydnaðist ikki at vinna meira.

 

Formaðurin í VÍF heldur, at vestmenningar hava fingið rætta mannin at taka sær av liðnum.

 

- Vit vildu hava fatur á einum royndum venjara, sum kann geva liðnum nakað. Tað hevur drigið eitt sindur út at fáa spurningin avgreiddan, men vit halda, at tað hevur verið alla bíðitíðina vert, sigur Niels Joensen, formaður í VÍF.

 

Vestmanna Ítróttarfelag og Dia Midjord hava gjørt ein eitt árs sáttmala.