Dia Midjord nýggjur kringvarpsstjóri

Stýrið fyri Kringvapið hevur nú sett Dia Midjord sum nýggjan stjóra fyri Kringvapið, og á miðdegi varð hetta almannakunngjørt fyri starvsfólkunum í Kringvarpinum.

Starvið sum kringvarpsstjóri er áramálssett til fimm ár.

Dia Midjord er 45 ára gamal. Hann hevur journalistútbúgving og masterútbúgving í ítróttarleiðslu. Hann hevur starvast sum journalistur í Kringvarpinum í 11 ár, og hevur verið limur í kringvarpsstýrinum í fýra ár. Eitt tíðarskeið var hann redaksjónsleiðari á tíðindadeildini í Kringvarpinum.

Dia Midjord tekur við starvinum sum kringvarpsstjóri 1. august, tá Annika Mittún Jacobsen fer í annað starv.

Umframt fyrisitingarligu uppgávurnar og dagligu programmábyrgdina, fer nýggi stjórin at arbeiða miðvíst við at savna starvsfólkið og at fáa sum mest burtur úr tilfeinginum, sum Kringvarpið hevur at ráða yvir, boðar kringvarpsstýrið frá í tíðindaskrivi, sum tey hava lagt á heimasíðu Kringvarpsins.