Deyvateknmál er minnilutamál

Fyri fyrstu ferð nakrantíð eru yvir 50 teknmálstulkar savnaðir á einum staði í Føroyum. Norðurlendskt seminar fyri teknmálstulkar byrjaði í dag á Gjáargarði

Í Føroyum eru bara tveir teknmálstulkar, Edny Poulsen og Eyðgunn Poulsen, sum báðar arbeiða á Tulkatænastuni. Tulkatænastan er ein stovnur undir Almannaráðnum.
Tær hava tørv á at hitta starvsfelagar í øðrum londum og hava tí luttikið á teimum norðurlendsku seminarunum, sum higartil hava verið.
Í ár hava tær tikið stig til at hava seminarið í Føroyum, og áhugin millum norðurlendsku starvsfelagarnar í hinum norðurlondunum var so stórur, at luttakaratalið er 51.
Seminarið byrjaði í dag á Gjáargarði og heldur fram til mánadagin.
- Vit hava tørv á at tosa um sjálvt fakið, tað at tulka, tað etiska og so framvegis, sigur Edny Poulsen.
Teknmálini í hondunum eru ymisk frá landi til land. Nøkur tekn eru altjóða, men teknmálið sjálvt knýtir seg til mentanina i landinum, veður og vind, djóralív, siðir og annað.
Tó kunnu tvey deyv úr hvør sínum landi skjótt koma at skilja hvør annan.
Evnið fyri seminarinum á Gjáargarði er “Relations”, also samband millum menniskju.
Fokus verður sett á minnilutabólkin, sum tey deyvu eru í Føroyum eins og í øðrum londum.
- Tey deyvu hava somu forðingar sum aðrir minnilutabólkar. Tað verður so nógv tosað um atkomumøguleikar, sum tey hava krav uppá. Tey hava tulk fyri neyðini í flestu av lívsins viðurskiftum, í sambandi við tíðindaflutning, tá ið tey skulu til lækna, ørindi í ein peningastovn, til handils og so víðari, sigur Edny Poulsen.
Annars fóru Edny Poulsen og Eyðgunn Poulsen fyrst í árinum undir fjartulking um telduna. Tulkingin fer fram á tann hátt, at tulkurin situr á arbeiðsplássinum, tað deyva fólkið heim og tosar haðani umvegis tulkin í telefon. Henda tulking kann brúkast í summum førum. Hetta slagið av tulking er rættiliga nýtt allastaðni.

Tvey mál
Hon ger vart við, at bara tey fægstu fólkini geva sær far um, at vit í Føroyum hava tvey mál, føroyska skrivi- og talumálið og so teknmálið.
- Føroyska teknmálið er eitt minnilutamál,ein mentanararvur, sum vit mugu gera alt fyri at varðveita.
Á seminarinum fara tulkarnir millum annað at tosa um, hvat tulkingin ger við tulkin sum menniskja. Hvussu r tað at vera ein triði persónur í eini samtalu, sum bæði kann snúgva seg um gaman og álvara.
Í Føroyum eru 30 deyv fólk, men teknmálstulkarnir tulka eisini fyri temum hoyrandi, eitt nú tá ið eitt deyvt fólk fer inn á ein peningastovn, skal keypa sær bil, er í undirvísing o.a. Seljarin og undirvísarin hava líka so stóran áhuga í at verða skild rætt sum tann við ongari hoyrn.
Edny Poulsen metir, at tørvur er á tveimum teknálstulkum aftrat fyri at nøkta tørvin.

Málið ment
Onkrir føroyingar eru í útbúgving sum teknmálstulkar.
Hetta er ein trý og eitt hálvt ára útbúgving, og ein rættiliga nýggj útbúgving. Teir fyrstu teknmálstulkarnir í Danmark vórðu liðugt útbúnir í 1988.
Føroysku teknmálstulkarnir hava tikið sína útbúgving í Danmark, og tað hevur eisini samband við, at fyrr vuksu flestu deyvu føroyingar upp í Danmark.
So er ikki longur, og síðan er føroyska teknmálið ment til eitt sjalvstøðugt mál við fleiri srføroyskum teknum