Deyvafelag Føroya 30 ár

Ikki kann sigast, at umstøðurnar eru góðar fyri deyv í Føroyum, men Tulkatænastan er eitt stórt framstig, sum hevur gjørt tað møguligt, at nema sær útbúgving í her heima

DeyvafelagiÐ
Marjun Dalsgaard

Umstøðurnar í Føroyum fyri deyv eru ikki góðar, men eitt sera stórt framstig er Tulkatænastan. Tulkatænastan hevur, millum annað, gjørt tað møguligt fyri deyv at taka eina útbúgving her heima. Síðan Tulkatænastan kom, hava fleiri deyv eisini gjørt brúk av hesum møguleika og víst, at tað er møguligt, at taka eina útbúgving her heima í Føroyum. Tulkatænastan hevur somuleiðis gjørt tað møguligt at fara til sjónleik og t.d at hoyra ólavsøkurøðuna og flaggdagsrøðuna. Hetta er sera gott, sigur Maria Ellefsen. Tað er sovorði, sum tey flestu hoyrandi taka fyri givið til dagliga.

Ov vánalig sjónvarpstænasta
Maria Ellefsen, formaður í Deyvafelag Føroya sigur, at nógv mál tó enn eru eftir at loysa. Hon hugsar serliga um, hvat tey deyvu fáa fyri peningin tey lata í sjónvarpsgjaldi. Deyv hava í fleiri ár goldið sjónvarpsgjald og kundu hugsa sær eina betri tænastu her frá.
At vera ein partur av einum samfelagi, sum er innrættað soleiðis, at tú ikki hevur somu møguleikar, sum meirilutin, at fylgja við í tí, sum gongur fyri seg, er ikki lætt. Flest øll taka fyri givið, at tey kunnu hoyra tíðindini í Útvarpi Føroya og at fylgja við í Degi og Viku. Samfelagið hevur kanska lyndi til at gloyma, at ein minniluti í samfelagnum, sum skal virka í hesum ikki hoyrir, hvat verður sagt í miðlunum. Deyvafelagið hevur tí leingi arbeitt við, at fáa fleiri sendingar tekstaðar, ella at fáa Dag og Viku senda á teknmáli. Hetta gongur tó sera strilti. Trupulleikin er, sum við øllum øðrum, at ikki nokk pengar eru til hetta. Deyvafelagið hevur tó havt ein fund við Sjónvarp Føroya, har tosað var um, at teksta fleiri sendingar. Tað verður nokk ikki møguligt at fáa Dag og Viku á teknmáli, tí hetta rakar ein ov lítlan bólk.

Mangla ein deyvaráðgeva
Ein annar stórur trupuleiki er, at eingin deyvaráðgevi er. Hetta er eitt mál, sum Deyvafelagið hevur arbeitt við í fleiri ár, men kortini bíða tey enn. Ein deyvaráðgevi er ein sosialráðgevi, sum kennir serliga væl teir trupuleikar, sum deyv hava, og sum kann ráðgeva teimum í ymiskum løgfrøðiligum málum. Men tað er trupult at koma ígjøgnum við nøkrum, sigur Maria Ellefsen, formaður í Deyvafelagnum.
Deyvafelag Føroya varð stovnað 12. feb. 1972 í Gøtu. Felagið var stovnað fyri at varveita mentanina og teknmálið hjá teimum deyvu, sum er ein málsligur minniluti í samfelagnum. Útyvir at hittast fyri fremja áhugamál teirra deyvu, hittast limirnir eisini til ymisk tiltøk. Til dømis hittast tey hvørt mánakvøld til biograftúrar, bowling, sjónleik og tílíkt.
? Tað er av stórum týdningi, at fólk, ið eru deyv, hava eitt stað, sum tey kunnu venda sær til, um tey hava trupuleikar av onkrum slag, sigur Maria Ellefsen. Tað er eisini bert, um vit arbeiða saman, at vit kunnu røkka tey mál, vit seta okkum.
Fólk, sum hava hava børn, sum eru deyv, hava eisini ofta brúk fyri ráðgeving. Tey kunnu eisini venda sær til Deyvafelagið. Deyvafelag Føroya hevur 30 aktivar limir og 990 stuðlandi limir. Stuðlandi limir eru limir, sum ikki sjálvi eru deyv, men ynskja at stuðla felagnum á ymiskan hátt. Tað hevur allan týdning at eitt tílíkt felag hevur stuðlar, men skipað verður eisini fyri jólakalendarum og øðrum, fyri at savna pening inn, sum tey kunnu arbeiða við. Í samabandi við føðingardagin, hevur Deyvafelagið gjørt eina plakat. Hon kostar 150,- kr og er at fáa á skrivstovu teirra.
Sosialurin ynskir Deyvafelag Føroya tillukku við 30-ára føðingardegnum!