Deytt orðaskifti um list

Bert fá tingfólk høvdu ómakað sær at lesa mentunarálitið, Mentan og menning, og nøkur, sum høvdu lisið tað, valdu at brúka orkuna og tíðina uppá tað, sum ikki stendur í mentunarálitinum

MENTANARÁLITIÐ
Høvdu vit væntað eitt sakligt og gevandi aðalorðaskifti um mest saknaða álitið seinastu árini, fóru vit skeiv. Bert fá tingfólk høvdu ómakað sær at lesa mentunarálitið, og nøkur, sum høvdu lisið tað, valdu at brúka orkuna og tíðina uppá tað, sum ikki stendur í álitinum. Uttan mun til, um henda vikan er endabresturin á eini tingsetu ella ikki, um tingfólk eru ovbyrjað ella ikki, er tað átaluvert, at tingfólk og framsøgufólk fyri flokkarnar ikki geva sær tíð at seta seg inn í málið. Ikki lesa álitið, sum er bæði lætt, skjótt og spennandi at lesa. Av tí sama var eingin broddur í orðaskiftinum, og hvaðani skal hann koma, kann man spyrja, tá ið tingsalurin var hálvtómur og flokkar í løtum als eingi umboð høvdu. Uttanumtos sum so ofta, og tú hoyrir hesar slitnu frasurnar aftur og aftur, sum leita aftur í farnar tíðir. Heldur enn at viðgera tað, sum stendur í álitinum, velja tingfólk at vísa til ymiskt annað, og ikki so sjáldan komu spurningar til landsstýrismannin við mentamálum, sum bóru boð um, at tingfólk ikki høvdu lisið álitið. Pínligt, og týðilig tekin um, at hugburðurin hjá flestum tingfólki um, hvørjar umstøður okkara listafólk eiga at hava, ikki er fluttur eitt vet seinastu árini. Og tað er mikið spell, nú vit fyri fyrstu ferð nakrantíð hava eitt grundarlag at tosa út frá. Eitt sera ítøkiligt álit við tilmælum og kostnaðarmetingum, sum eru varlig og avgjørt rímilig.
Hví tingfólk í størri mun velja at síggja forðingar heldur enn møguleikar, kemst ivaleyst av, at vit tosa um list og mentan. Snúði orðaskiftið seg um vinnu, asfalt ella betong, høvdu ivaleyst fleiri ómakað sær at sett seg inn í málið. Og tú kanst ikki lata vera við at spyrja, hví summi høvdu lisið álitið og summi ikki. Áhugi og vantandi áhugi fyri evninum, er uttan iva svarið.
Framsøgufólkini fyri Tjóðveldisflokkin og Javnaðarflokkin, Signar á Brúnni og Katrin Dahl Jakobsen, umframt onnur umboð fyri hesar flokkar, eru millum tey fáu, sum hava sett seg inn í málið og sum síggja tann stóra týdningin í, at listafólk hava góð virkiskor. At pengar til list ikki eru ein útreiðsla, men ein íløga fyri samfelagið. At pengarnir geva seg fleiri ferðir aftur. Bæði vístu tey á dygdir og møguleikar í álitinum, men vóru kortini samd um, at álitið kemur dekan ov seint í hesum valskeiðnum. Og tað er spurningurin, vit kunnu seta eftir eitt slíkt orðaskifti. Varð tað betur farið, um tað bíðaði til eftir valið. Samd kunnu øll verða um, at tað átti at verðið komið fyrr. Varð tað komið fyrr, høvdu vit kanska fingið eitt betri orðaskifti og so høvdu tingfólk ikki borið seg undan við slíkum undanførslum, vit hoyrdu aftur og aftur undir orðaskiftinum. Hinvegin kunnu vit spyrja, um vit hava nakra trygd fyri tí, tá ið hugburðurin hjá flestu tingfólkum til list og kor hjá listafólkum framvegis hoyrir eini farnari tíð til.