Deyðsvanlukkan á Argjum: Noktar seg sekan

18 ára gamli maðurin, sum førdi bilin sum 11. januar í ár førdi til eina deyðsvanlukku, noktar seg sekan.

18 ára gamli maðurin, sum førdi bilin sum 11. januar í ár førdi til eina deyðsvanlukku, noktar seg sekan.

 

Málið var fyri í Føroya Rætti í morgun.

 

Maðurin noktaði seg sekan, tí hann minnist einki frá hendingini. Hann var máldur til 1,1 promillu.

 

Maðurin greiddi annars frá, at tey fýra í bilinum vóru bestu vinir.

 

Teir keyptu spiritus um dagin, og fóru oman á Glitnir um kvøldið, har teir vóru frá klokkan 21 til 01, tá teir vóru eitt stutt legg í býin.

 

Eftir hetta fóru teir út á Argir eftir gentuni, sum kom við í bilin. Síðani var ætlanin at koyra oman til har, ið førarin av bilinum búði, men av onkrari orsøk koyrdi førarin fram við, har hann búði.

 

Tey koma so til hesa vegbunguna, sum eftir øllum at døma førdi til, at førarin misti tamarhaldið á bilinum. Hann fór singlandi millum hús og fleyg, sambært politinum, fleiri enn 27 metrar gjøgnum luftina.

 

Sum nakað heilt nýtt førdi sakførarin hjá ákærda manninum, um tað kundi hugsast, at førarin hevði fingið eitt dánilsi, og um tað kundi vera tí, at hann einki minnist.

 

Hetta fekk ákæran at krevja málið útsett, so viðkomandi læknar fáa høvi at úttala seg í málinum. Tað er ikki sannlíkt, at málið kemur fyri aftur, fyrr enn mánaðarskiftið oktober-november.