Eyðun Berg, sum er løgreglumaður, og sum saman við øðrum var á staðnum og kannaði umstøðurnar í húsinum við Stóravatn á Sandoynni, har 17 seyðir doyðu inni, heldur, at tíðindaflutningurin serliga í Kringvarpinum um hetta mál hevur verið ógvuliga einvísur og ikki serliga neyvur.
- Sjálvandi er hetta eitt ólukkuligt mál, ikki minst fyri tann, sum átti og misti seyðin og sum var burturstaddur, tá hendingin fór fram. Men, soleiðis sum hetta mál er viðfarið, hevur tað eftir mínum tykki fingið eina skeiva vend og hevur sett fólk í keðiligt ljós í einum lítlum samfelag. Ein av orsøkunum til, at hetta mál fekk eina skeiva vend, er eftir mínum tykki vantandi upplýsingar um faktuellu støðuna við Stóravatn.
Eyðun Berg sigur, at hann í hesum førinum úttalar seg sum privatpersónur og ikki sum løgreglumaður.
- Eg haldi tað vera órættvíst, at alt ikki kemur fram, og hetta ávirkar eisini mína rættarkenslu. Eitt er, at tað, sum hendi, ikki eigur at henda, men vanlukkuligi veruleikin er ein annar. Tá tað er sagt, haldi eg, at henda søgan er blást upp, tí týðandi vitan ikki kemur fram. Djóralækni úttalar seg ógvuliga markant - uttan at kenna ítøkiliga málið, og hann dregur eftir mínum tykki forhastaðar niðurstøður.
Eyðun vísir á, hvussu týðandi tað er í okkara lítla samfelag, at tíðindaflutningurin er kritiskur, men eisini sannur, tí í hinum endanum sita eisini fólku sum vara av hesum. Tey vera dømd av ”fólkadómstólinum” og ongantið fríkend aftur.
- Fyrstu upplýsingarnir frá løgregluni um málið vóru, at talan var um svartastu óeydnu, sum hetta mál eftir mínum tykki eisini er. Eg var á staðnum og staðfesti hesa niðurstøðu sum ta røttu. At man síðan byrjar at tosa um vanrøkt og brot á djóraverndarlógina, eigur ikki at fylla so nógv, sum tað hevur gjørt. Tað flytir fokus, tí umstøðurnar vóru ikki so, at talan var um nakað brot. Tað var orsøkin til, at politiið ikki gjørdi meira við málið.
Men, hvørjir eru so manglarnir av týdningi fyri málið, sum eitt nú Kringvarpið einki gjørdi burturúr? spyrja vit Eyðun Berg.
- Jú, eitt er, at talan er ikki um eitt seyðahús, og tí er tað eisini ópassandi at tosa um innrætning av seyðahúsið. Eisini var tað so, at hurðin á umrødda húsi gongur ikki inneftir, men úteftir. Eftir mínum tykki er heldur ikki komið nóg væl fram, at ein stórur og tungur steinur lá fyri hurðina, sum var opin úteftir. Eftir øllum at døma hevur ein hørð hvirla fingið fatur í hurðini, sum tíverri er blást aftur og er farin inn um karmin, soleiðis at hon var føst - júst, tá seyðurin var inni. Hetta sigur eitt sindur um náttúrukreftirnar.
Eyðun Berg, sum eisini er royndur í leikum úti í náttúruni, bæði í góðum og ringum veðri, vísir á, at tann, sum er í náttúruni í øllum veðri, veit, hvørjar kreftirnar eru.
- Eg skal ikki gera meg klókan upp á seyðahald, hóast eg havi fingist nakað við seyð, um eftirlit eigur at vera við seyði, sum annars gongur frítt í fjøllunum. Í hesum føri liggur lendið lágt og lætt er at koma framat seyðinum. Seyður gongur frítt í skorum. Har er ikki møguligt at fylgja seyðinum dagliga. Tí verður trupult at praktisera lógarkravt eftirlit. Hinvegin skal eingin ivi vera um, at kríatúr treytaleyst skulu viðfarast væl.
Eyðun vísir á, at eigarin um allan heim kann fylgja við veðrinum og seta fólk á uppgávuna, og í hesum føri hevði eigarin fólk, hann kundi ringja til.
Hann heldur, at eigarin í hesum føri er illa viðfarin, og at tað hevði “klætt” KvF og djóralæknanum at biðið um umbering fyri forhastaðar niðurstøður.
- Eigarin sjálvur líður stóran fíggjarligan miss til komandi heyst. Hann hevur mist 17 seyðir og kanska eini 10-15 lomb, sigur Eyðun Berg at enda.