Hvørt ár henda hópin av ferðsluvanlukkum á okkara lítlu oyggjum, og alt ov ofta er orsøkin til hesar ein blanding av ungum óroyndum bilførarum aftan fyri róðrið og ov nógvari ferð. Summar av hesum vanlukkum spæla væl av, men tíverri henda vanlukkur á hvørjum ári, har kostnaðurin er eitt ella fleiri mannalív, og flestu okkara munnu vera samd um, at hetta átti ikki at verið neyðugt.
Ólógligt
Onkuntíð hoyra vit, at hesi fólk bara kundu latið vera við at koyrt skjótt, og at tað er teirra egna skyld, at vanlukkan hendi. Gamaní, men fyri tað nýtist okkum ikki at seta okkum afturá, og staðfesta at soleiðis er tað nú einaferð. Heldur eiga vit at taka okkum um reiggj, og kanna eftir, hvat kann gerast fyri at minka um talið á vanlukkum.
Politiið hevur sjálvandi til uppgávu at ansað eftir, at bilar o.a. ikki koyra við ov nógvari ferð, men ávirkanin hjá løgregluni eigur helst at síggjast sum fyribyrgjandi arbeiði. Amboðini, sum løgreglan hevur til hetta arbeiði eru ferðslulógirnar, og ivaleyst er tað her vit skulu gera nakrar broytingar, um so er, at talið av vanlukkum skal minka.
Tað at ein gerð er ólóglig, hevur so ongantíð verið nøkur forðing fyri, at summi allíkavæl
royna, og hóast nøkur verða knallaðið, so man tað vera ein sera lítil partur av framdu ferðslulógarbrotunum, sum viðføra nakra revsing.
Nøkur koyra skjótari
Smádreingir hava altíð havt hug at spæla við bilar, og tá dreingirnir vaksa til, og fáa møguleikan at koyra sjálvir, er spælihugurin langt í frá liðugur. Hetta er helst orsøkin til, at tað so at siga bara eru ungir dreingir, sum eru innblandaðir í álvarsligastu ferðsluvanlukkurnar, sum aloftast henda við nógvari ferð.
Tað sigur seg sjálvt, at tá tú við einum tonsi ella meira rennur á einhvørja forðing við nógvari ferð, so eru tað øðiligar kreftir, sum verða settar í gongd, til tess at steðga bilinum. Aloftast eru hesar kreftir meira enn mannakroppurin orkar at bera, og er hetta bert ein av fleiri góðum orsøkum til at vera varðin, tá tú ert í ferðsluni.
Konufólk hava als ikki somu áskoðan á bilarnar, og hava so at siga ongantíð uppfatað hesar sum leikur, men heldur sum eitt amboð, sum kann vera sera hent, men sum eisini kann verða vandamikið, um so er, at tað ikki verður nóg væl handfarið.
Koyribreyt
Koyrilærarar kring landið hava ofta gramt seg um, at eingin koyribreyt er, har tey ungu, undir tryggum umstøðum, kunnu royna, hvussu tað er at missa tamarhaldi á einum akfari. Hetta hevði ivaleyst eisini verið ein góð hjálp, tí partvíst hevði tað sýnt, hvussu vandamikið tað kann verða at koyra ov skjótt, men harumframt hevði hetta eisini kunna givið teimum, sum allíkavæ koyra ov skjótt, eyka royndir. Á henda hátt høvdu hesir bilførarar betri verið førir fyri at staðið seg, tá tað veruliga stóð um lív.
Við hesum verður ikki sagt, at tað kann góðtakast, at nøkur koyra ov skjótt, men tað er ein sannroynd, at tað altíð vilja vera nøkur, sum koyra ov skjótt, og kunnu hesi gerast betri til at tackla tær støður sum íkoma, kann hetta eisini hjálpa upp á ferðslutrygdina hjá øðrum.
Royndir
Vanliga verður sagt, at tú skalt hava koyrt bil í eini 7 ár, áðrenn tú hevur somikið nógvar royndir, at tú veruliga dugir at koyra bil. Summa staðni hava myndugleikarnir roynt at givið ungfólki fleiri royndir, við at seta lóg í gildi, har tey frá 16 ára aldri kunnu koyra bil, um so er at foreldur teirra sita við liðina av teimum. Endamálið við hesum er, at ungu bilførararnir hava munandi størri royndir, tá tey fáa veruliga koyrikortið, við tað at tey tá hava roynt seg í 2 ár (har tey vanliga ikki tora at koyra skjótt, tí mamman ella pápin situr við liðina), og at tey sostatt eru betri fyri, tá tey av álvara sleppa at royna seg í ferðsluni.
Plombering
Summi hava ført fram, at ein háttur at steðga ferð- og krafmiklu bilunum er, at plombera motorarnar. Tekniskt er eingin forðing fyri hesum, men ivaleyst hevði hetta verið ógvuliga torført at umsitið. Harumframt kann tað eisini tykjast eitt sindur øvugt at plombera bilarnar. Ein yvirháling skal t.d. altíð ganga skjótt, og tá er sjálvandi ein fyrimunur, at motorurin megnar at accelerera skjótt.
Har umframt er eisini ivasamt, um ein slík lóg hevði kunnað vunnið nakran frama. Hvat við eitt nú teimum fólkum, sum skulu uttanlanda at ferðast, og sum ætla sær at taka bil við. Álvaratos, kundi tú hugsað tær at ligið í innasta sporinum á týska motorvegnum, og skula nýtt eini 3 samdøgur um at koyrt niður til Spaniu, tá danin, sum tú ert í fylgiskapi við, kann koyra teinin upp á 30 tímar. Summi siga kanska at so kanst tú bara fara avstað ein dag áðrenn, men halló!
Revsing
Eitt, sum eftir mínum tykki hevði gjørt stóran mun, var um bøturnar vórðu í einum heilt øðrum flokki. Sum er kostar tað ikki meira enn einar 500 kr. at liggja heilt undir markinum til, tá tú missir koyrikortið. Set heldur hesa upphædd uppeftir, soleiðis at tað veruliga merkist, tá tú verður tikin fyri at koyra ov skjótt. Um fólk vistu av, at tað kann kosta teimum t.d. 5.000 kr. at koyra 100 km/t í einum 80 km/t øki, so hugsar man seg um meira enn tí einu ferðina, áðrenn trýst verður á speedaran, tí eftir teimum longstu vegastrekkjunum í landinum er vinningurin einans einar 10 minuttir. Hetta er eftir mínum tykki bestu ráðini til teirra, sum royna at fáa talið av ferðsluvanlukkum, har ferð er orsøkin, niður.
Hugburðsbroyting
Mest av øllum væntar okkum tó helst eina hugburðsbroyting. Vit eiga at læra frá barnsbeini, at ein bilur ikki er nakað leikutoy, har gerðir tínar ikki fáa avleiðingar. Ikki bara fyri teg sjálvan, men so sanniliga eisini fyri onnur. Eg skal ikki á nakran hátt niðurgera nakran, men hugsa um, at tær gerðir tú fremur aftan fyri róðrið kunnu fylgja tær restina av lívinum.
Lat tað verða sligið fast við 7 tumma seymi, at tað at koyra skjótt, ikki hevur nakað at gera við at vera harður, men er einamest væntandi virðing fyri sínum medmenniskjum. Sjálvsagt havi eg eisini sjálvur roynt hetta at koyra hart, men hevur man fyrst roynt einaferð at missa tamarhaldið á bilinum, so er hetta ikki nakað man ger aftur til stuttleika.