Í Danmark er eitt útbrot av parvovirus farið at herja á Fyn. Fleiri hundar eru avlívaðir, eftir at teir eru vorðnir sjúkir.
Lars Mohr Nielsen, djóralækni, heldur kortini ikki, at føroyingar hava stórvegis orsøk at óttast.
- Syrgið fyri, at hundarnir eru koppsettir, serliga tíkir, ið skulu leggja hvølpar, og hvølparnir. Um hundarnir hava fingið rættar og dagførdar koppsetingar, er eingin vandi á ferð, sigur djóralæknin við in.fo. Hann sigur, at sjúkan rakar unghundar harðast, allarhelst tí færri av teimum eru koppsettir.
Parvovirusið er eitt DNA-virus, ið rakar maga og tarm-skipanina. Sjúkueyðkennini eru spýggja og blóðug skræpa.
Onkur óttast, at hundar, sum verða fluttir millum lond, kunnu bera smittuna við sær.
- Hundar, sum verða førdir millum lond, skulu allir vera koppsettir, so har skuldi eingin vandi verið heldur. Smittan ferðast neyvan tann vegin. Vandin er, um fólk smugla hundar ólógliga, sum tí ikki eru koppsettir. Smittan kann eisini ferðast umvegis fólk og mold, sigur hann.
- Um fólk hava illguna um, at hundurin er sjúkur, mugu tey seta seg í samband við djóralækna, bæði við tanka upp á viðgerð og at fáa sett hundin í einarúm, sigur Lars Mohr Nielsen.










