Herfyri kravdi dulda arviliga sjúkan CTD enn eitt mannalív, tá ein blaðungur føroyingur datt um og doyði av hjartatilburði. Hann hevði júst fingið staðfest sjúkuna, men náddi ongantíð í viðgerð. Hann er í minsta lagi fimti ungi føroyingurin, sum seinastu fáu árini púra óvæntað doyr, og har tað aftan á hevur verið staðfest, at deyðsorsøkin vísti seg at vera CTD. Men tá var tað longu ov seint.
Serfrøðin roknar við, at tað framvegis eru einir 30 aðrir føroyingar, sum hava sjúkuna, uttan at vita tað.
- Hesi fólkini ganga í roynd og veru runt sum tikkandi bumbur, ið kunnu smella í gólvið nær tað skal vera, sigur danski professarin og ílegugranskarin á Ríkissjúkrahúsinum, Flemming Skovby, sum hevur nakrar av føroysku sjúklingunum undir hond.
Sjúkan vísir seg við, at sjúklingarnir mangla eitt evni í blóðinum, sum eitur karnitin. Hetta ger, at teir hava ikki orku til at standa ímóti, tá ið á stendur. Hjá børnum til dømis í sambandi við spýggjusjúku og hjá vaksnum við at hjartað verður ovbyrjað og til endans gongur fyri.
Avvarðandi ávara
Vit kenna øll til dømi um børn og vaksin, sum doyggja knappliga, men har læknarnir ongantíð hava funnð orsøkina. Kanska eitt barn, sum gerst ússaligt og spýr illa, ella ein vaksnan, sum uttan nakra ávaring fær hjartaslag. Hetta kann hava verið CTD.
Vit hava prátað við familjur, sum longu hava mist síni kæru av CTD. Tey eru rættiliga óttafull og altrá eftir at fáa boðskapin um sjúkuna út, so fólk kunnu verða kunnað og kannað.
- Tey deyðu fáa vit ikki aftur, men hesar raktu føroysku familjurnar áttu at verðið kannaðar, siga tey avvarðandi.
Eftir seinasta deyðstilburðin hevur tað gingið sum rótasúpan kring landið, at fólk skulu lata seg kanna fyri CTD. Hetta uppliva tey eisini á Ríkissjúkrahúsinum, har blóðroyndir frá føroyingum streyma inn í hesum døgum.
- Vit kenna til nøkur syrgilig dømi, har fleiri børn í somu familju eru deyð knappliga og óvæntað av púra ókendum orsøkum. Men tá visti man ikki, at tað var CTD tey skuldu kannast fyri, tí sjúkan er so nýliga komin undan kavi, sigur Flemming Skovby, professari.
Fleiri longu funnin
Umleið 10 føroyingar hava longu fingið diagnosuna CTD, ella Karnitin transporter defekt, har brenningin av feitti í kyknunum er tarnað, tí sjúklingurin manglar eitt týðandi evni: karnitin.
Hesir 10 fólkini liva væl við sjúkuni, tí tey fáa karnitin sum heilivág og halda seg frá feitum mati. Eisini eru tey undir kønari læknahond, antin her heima ella á Ríkissjúkrahúsinum. Sjúklingarnir eru allir komnir undan kavi eftir fáum árum, síðan staðfest varð, at sjúkan er nógvar ferðir vanligari millum føroyingar enn millum onnur fólkasløg. Og hesi vórðu kannað, tí onkur í nærmastu familjuni longu er sjúkur ella deyður av CTD. Eisini er onkur tilburður staðfestur gjøgnum regluligu kanningarnar av nýføðingum.










