Deyðbóltarnir eru lívshættisligir

Hans Pauli Samuelsen var við framúr frí­spørkum faddur at báðum EB/Streyma mál­unum, og bæði ÍF málini vórðu stútað eftir horna­sparks­inn­legg frá Høgna Madsen

ÍF - EB/Streymur 2-2 (1-0)

Tað var tætt og intenst í Fugla­firði fríggjakvøldið, tá ið ÍF enn eina ferð vísti góðan moral og tvær ferðir megn­aði at svara aftur, eftir at EB/Streymur hevði lagt seg á odda.
Í orduliga føroyskum stíli vóru áskoðararnir eitt sindur seinir. Teir, sum ikki sóu 1. hálvleik, sóu ikki fan­tast­iska frísparksmálið hjá Hans Paula Samuelsen, men annars var tað rættuliga linligt. Eftir steðgin kom tað orduliga futtur í, og í 2. hálvleiki varð enn eina ferð staðfest, at tað er í sambandi við deyðbóltsstøður, at flestu málini verða skorað.
Í gjár fekk EB/Streyma liðformaðurin, Hans Pauli Samuelsen, enn eina ferð landsliðsboð. Fríggjakvøldið var landsliðsvenjarin Lars Olsen eygnavitni, tá ið Hans Pauli Samuelsen í tveimum førum við fríspørkum var upphavið til, at EB/Streymur legði seg á odda.
Í fyrra førinum sendi hann úr 21 metrum og eitt vet til høgru fyri málið bóltin upp um manngarðin og dygst inn við stólpanum. Jákup Mikkelsen stóð eitt sindur longri í hinum borðinum, tí hann roknaði við, at manngarðurin fór at taka sær av nærru síðuni. Tað gjørdi manngarðurin ikki, tí Hans Pauli megnaði at senda bóltin upp um manngarðin, og so dúkkaði hann niður í málið. Tá var ein hálvur tími farin.
Í seinna førinum var tað fríspark í vinstru og úr 28 metra fjarstøðu. Hans Pauli smekkaði til. Bólturin sigldi fram ímóti málverjanum, sum hevði møguleika at síggja bóltin alla tíðina. Bólturin broytti fleiri ferðir kós, og Jákup Mikkelsen var um ein háls, tá ið bólturin í síðstu løtu snýtti hann, so talan bara gjørdist um hálvbjarging, og so var innskifti Niels Pauli Danielsen fyrstur á returbóltinum, sum hann sendi í netið, og so var 2-1 til EB/Streym. Tá restaðu 20 minuttir.
Merkisvert var tað, hvussu bólturin arbeiddi og fór sendandi á ymsar kjálkar, so sera royndi Jákup Mikkelsen var um ein háls.
Er hetta nakað, sum tú venur nógv, spyrja vit Hans Paula Samuelsen:
– Undanfarin ár havi eg vant nógv at skjóta fríspark. Í ár havi eg ikki havt stundir at gera so nógv við hetta, men nú royni eg í dystum oftari at senda fríspørk beinleiðis ímóti málinum, og tað hevur riggað.
Hetta er í besta Ronaldo stíli?
– Íblássturin kemur frá honum. Tað er eingin ivi um tað.

Hvussu gerst tú?
– Tað ræður fyrst og fremst um at raka bóltin reint. Bólt­ur­in skal sigla í luftini og ikki snara um seg sjálvan. At hann dúkkar og skiftir kós hevur nakað við venjing at gera, og so kann tað vera, at bóltarnir eru betri at gera hetta við nú, enn teir áður hava verið, er boðið hjá EB/Streyma liðformanninum, sum so leggur aftrat:
– Men hetta hevur ivaleyst eisini nakað við sjálvsálit at gera. Í hvussu so er skjóti eg nú oftari á málið, har sum eg eg fyrr oftari legði bóltn innfyri.

Luftkríggið
Fuglfirðingar vóru stinnari enn EB/Streymur í luftini. Tað var ikki lukkuligt, tá ið Høgni Zachariassen, Jan Ó. Ellingsgaard, Bartal Eliasen, Clayton Soares og Øssur Dalbúð komu stunandi í brotsteigin. Teir vóru oft­ast væl høgri enn góðu fót­bólts­spælararnir í EB/Streyma verjuni.
Bæði tá ið ÍF javnaði til 1-1 í 50. minutti, og tá ið heimaliðið javnaði til 2-2, tá ið tað rest­aðu tíggju minuttir, var tað eftir hornasparksinnlegg frá Høgna Madsen. Í fyrra før­inum stútaði Høgni Zaschariassen einar tíggju metrar út frá handara stólpa og niður á samankomingina í mótsatta borðinum, áðrenn Clayton Soares við krúllinum setti bóltin í málið. Í seinna før­inum var tað Bartal Eliasen, sum úr tíggju metr­um drønstútaði bóltin fram­við René Tórgarð, sum var lopin úr málinum:
– Vit áttu at sett tveir menn á Bartal, tí tað var serliga honum, at teir sendu bóltin eftir, tá ið tað leið fram ímóti endanum. Men úrslitið var á góðari leið, tá ið leikgongdin og málmøguleikarnir verða havdir í huga, heldur Hans Pauli Samuelsen.
Frísparkini hjá honum og hornaspørkini hjá Høgna Madsen vóru staðfesting av, at deyðbóltarnir eru lívs­hættisligir!