Talið av deyðum í bumbuálopunum á trimum kristnum kirkjum og trimum gistingarhúsum í Sri Lanka 1. páskadag heldur fram at vaksa. Tað skrivar Ritzau tíðindastovan.
Sambært seinastu tølunum frá myndugleikunum í landinum er talið av deyðum nú voksið frá 207 til 290. Í gjárkvøldið upplýsti danska uttanríkisráðið, at tríggir danskir statsborgarar vóru millum tey deyðu.
Tað vóru sjálvmorðsbumbufólk, ið framdu álopini meðan fólk vóru samlaði til gudstænastu í høgtíðini. Sambært Ritzau hava myndugleikarnir handtikið 24 persónar, ið mett verður hava tilknýti til álopini. Ein teirra er ein bilførari, ið er undir illgruna fyri at hava koyrt sjálvmorðsbumbufólkini inn í høvuðsstaðin Colombo.
Eingin felagsskapur hevur tikið ábyrgdina fyri álopini, men verjumálaráðharrin Ruwan Wijewardene hevur gjørt greitt, at talan er um yvirgang.

Deyðatalið veksur aftaná yvirgangsálop

