Deyðarevsing fyri fosturtøku fyrr

Í verandi støðu, kunnu kvinnur í Føroyum fáa fosturtøku innan fyrstu 16 vikurnar av burðartíðini, um tær líka ávísar lógarásettar treytir, sum vórðu ásettar í í Danmark 1956. Í fyrstu atløgu skal kvinnan antin vera álvarsama sálarliga ella likamliga skerd og óegnað sum foreldur, ella skal hon hava verið fyri kynsligum ágangi, ið kann skjalprógvast av løgregluni. Í aðru atløgu, skal fostrið antin sjálvt verða álvarsama sjúkt ella til stóran vanda fyri lív ella heilsuna á mammuni. Kvinnan skal ikki líka øll krøvini, men eitt teirra, til tess at fáa fosturtøku í Føroyum.

 

Velur hon at fáa fosturtøku, skal hon vanliga til tvær samrøður við ein kommunulækna, sum síðani metir um hon líkur lógarkrøvini og kann geva henni eina ávísing til serlæknan. Serlæknin skal eisini hava kvinnuna til samrøðu, og meta hvørt kvinnan kann fáa fosturtøku sambært lógarásetingunum, og síðani skulu neyðugu kanningarnar av barnsburðinum gerast – millum annað fyri at staðfesta, at hon er innanfyri tíðarfreistina.

 

Áður hevur verið væl strangari við fáa fosturtøku, og førdi tað enntá til deyðarevsing í Danmark upp til 1866. Fosturtøka var tá at rokna sum tilætlað morð, og tískil skuldi kvinnan fáa somu lagnu. Deyðarevsingin varð slept í 1866, og kvinnur fingu heldur eina átta ára fongsulsrevsing fyri fosturtøku. 70 ár seinni, gjørdist fongsulsrevsingin linari, men danski staturin hevur somikið trupult at fylgja við hvussu nógvar ólógligar fosturtøkur fara fram, at ein fosturtøkulóg verður løgd fram og samtykt. Endamálið við lóggávuni var at tálma talið av fosturtøkum við at veita drúgva vegleiðing og stuðul frá Mødrehjælpen, men fosturtøkur vóru loyvdar, um vandi var fyri lívi og heilsu hjá kvinnuni.

 

Í 1956 varð lógin endurskoðað, og broytt til lóggávuna, sum framvegis er galdandi í Føroyum. Í seinnu hálvu av 1960unum var tó stórt kjak í Danmark um, at lógin varð ótíðarhóskandi, sum førdi við sær, at Fólkatingið at enda samtykti lógaruppskot um fría fosturtøku í 1973. Grønland tók undir við somu lóggávu í 1975, meðan Føroyar ikki hava lagt fram formlig politisk ynski fyri danska statin, um at dagføra lóggávuna frá 1956. Av tí sama, mælti ST nevndin fyri kvinnurættindi í 2015 til, at Føroyar fingu eina linari fosturtøkulóg, meðan ávísir politikkarar og felagsskapir í Danmark hava mælt til tað sama.

 

Stórt tema er í Vikuskiftissosialinum, sum fæst til keyps í sølubúðum kring alt landið, ella talgildur her.