Tríggir japanskir menn, sum vóru dømdir til deyða, vórðu hongdir tíðliga í morgun. Hetta eru tær fyrstu avrættingarnar í Japan síðani í august og samstundis tær fyrstu, síðani Yasuo Fukuda gjørdist forsætisráðharri í septembur. Mannarættindafelagsskapir hava leingi funnist at Japan, tí landið sýtir fyri at taka deyðarevsingina av, men løgmálaráðharrin, Kunio Hatuyama, hevur sagt, at teir deyðadømdu fangarnir bíða alt ov leingi eftir at verða avrættaðir, og hann hevur tí givið fongslunum boð um at skunda undir avrættingarnar, skrivar AP úr Tokyo. Japan og USA eru tey einastu av teimum stóru ídnaðarlondunum, sum framvegis hava deyðarevsing.