Deyðadóm fyri fótbóltsófrið

Í Egyptalandi hevur ein dómstólur dømt 21 fólk til deyða fyri teirra lut í ófriðinum á Port Said-fótbóltsvøllinum í februar í fjør, tá 74 fólk lótu lív.

Vanlukkan hendi, tá áskoðarar og ófriðarkroppar tustu inn á sjálvan vøllin og lupu á spælarar og viðhaldsfólk hjá mótstøðuliðnum aftan á ein dyst ímillum feløgini al-Masry og al-Ahly tann 1. februar.

Hendingin elvdi til hvassar atfinningar at trygdardeildunum, sum sambært teimum lokalu gjørdu alt ov lítið fyri at steðga ófriðinum.

Eygleiðarar í Egyptalandi siga, at rættarmálið hevur økt spenningin, sum er stórur frammanundan. Í gjár doyðu sjey fólk í samanbrestum í Kairo millum mótmælisfólk og løgregluna.