SKIPASÝN
Tíðindaskriv
Í samband við, at tað í ár eru liðin 40 ár síðan Det Norske Veritas lat upp skrivstovu í Føroyum, verður skipað fyri áhugaverdum fyrilestrum í Norðurlandahúsinum hósdagin 21. august. Tiltakið er í høvuðsheitum ætlað sjóvinnuni, avvarðandi myndugleikum, og annars øllum, sum hava áhuga í einari burðardyggari framtíð og umhvørvi.
DNV Tórshavn er ivaleyst fyrst og fremst kent fyri klassing av skipum, men seinastu árini hevur verið arbeitt meir og meir við góðkenningum av ymiskum leiðsluskipanum innan m.a. góðsku, umhvørvi og trygd, harundir matvørutrygd. Harumframt verður veitt frálandavinnuni serkøn hjálp og góðkenning.
DNV Tórshavn er partur av DNV-samtakinum, sum er ein sjálvsognarstovnur við høvuðsskrivstovu í Noreg. Hjá samtakinun starvast meir enn 8.000 fólk í 100 londum. Høvuðsendamálið er at tryggja lív, virðir og umhvørvi á sjógvi og landi.
Tiltakið í Norðurlandahúsinum tann 21. august fevnir um tveir fyrilestrar og endar við einari móttøku. Fyrilestrahaldarar verða Henrik O. Madsen, ovasti leiðari í samtakinum og Thomas H. Tronstad, granskingarleiðari á deildini DNV Research and Innovation.
Henrik O. Madsen fer at umrøða skipavinnuna í hesum broytingartíðum og fer m.a. at koma inn á eina burðardygga framtíð, orkukeldur og CO2-útlát.
Thomas H. Tronstad fer at tosa um alternativar framdriftsloysnir í skipavinnuni og fer eisini at koma við dømum um aktuellar verkætlanir. Í hesum sambandi kann nevnast, at alt yvirskot í DNV-samtakinum fer til gransking og nýhugsan innan t.d. umhvørvi og eina burðardygga framtíð.
- Tiltakið í Norðurlandahúsinum er ókeypis, og øll áhugað eru vælkomin at tekna seg á HYPERLINK "mailto:torshavn@dnv.com" torshavn@dnv.com ella á tlf. 35 37 50 innan 14. august, sigur Det Norske Veritas í tíðindaskrivi.