Det Færøske afhængighedsspørgsmål

Brotin krossur – føroyska flaggið rivið sundur

Martin Fjallstein
----
Ein sjáldsom bók kom út í vetur, sjáldsom í innihaldi, í evnisvali og sjáldsom í útsjónd. Bókin er hvít eins og flaggið, sum á umslagnum er breitt út yvir oyggjarnar við steyrrættum blárandaðum reyðum krossi. Flaggkrossurin er stokkin sundur, og flaggdúkurin er líkklæði, ið hylir oyggjarnar. Í fyrstani tykist tær helst bókina vakra og snøgga, men sohvørt tú lesur í henni, skilur tú, at permumyndin symboliserar føroyska frælsisstríðið. Regin Davidsen hevur gjørt umslagið.

Mannbjørn Jacobsen úr Sørvági er rithøvundurin og hevur sjálvur útgivið bókina, sum er skrivað á donskum og er góðar hálvtannaðhundrað síður. Evnið er tann føroyska ríkisrættarliga støðan, sum Mannbjørn heldur kallar ”det færøske afhængighedsspørgsmål”. Støðið undir hansara lýsing av hesum evni eru nakrar greinar í føroyskum bløðum, serstakliga Oyggjatíðindum, sum rithøvundurin skrivaði í 1990-unum, og sum hann í bókini hevur sett mest sum kronologiskt upp. Við øðrum orðum vendir rithøvundurin aftur til hetta evnið um frælsisstøðu Føroya, sum hann debatteraði í blaðgreinum fyri 15-20 árum síðani. Eftir hansara tykki er málið líka so aktuelt enn, sum tað var tá. Hansara mál er ein poltisk, økonomisk og politologisk analýsa av føroysku ríkisrættarligu støðuni og at meta um mýtur og pástandir í hesum sambandi. Málbólkurin hjá rithøvindinum er bæði landsmenn og skandinavar. Sum góður debattørur hevur maðurin sum mál loyalt og objektivt at royna at lýsa ólík og mótsigandi sjónarmið og at seta fokus á mýtur og pástandir.

Tað er eydnast Mannbjørn at fáa mong og fjølbroytt mál í ljósmála og samanbera føroysku støðuna við ta íslendsku, ta hetlendsku og ta donsku versus EU. Men hetta er bert ein dropi av mongum og ólíkum málum, sum rithøvundurin tekur upp ella nemur við í teimum mongu blaðgreinunum, sum eru við í bókini. Politiska og búskaparliga støðan undir og eftir annan heimsbardaga, politisku flokkarnir, fólkaatkvøðan í 1946, donsk valdsnýtsla á politiska og fíggjarliga vígvøllinum, flokspolitiskir kávalótir og níðingsgerðir, tann ovhitaði búskapurin og kreppan í 90-unum eru onnur evni, sum rithøvundurin hevur til umrøðu. Við sínum søguliga kunnleika setir hann evnini í perspektiv. Samdur ella ósamdur við hann mást tú ofta ásanna, at mangt sær óhugaligt út, og at maðurin vist viðhvørt hevur grein í sínum máli. Eftir stendur ein harmilig mynd av føroyinginum, av støðu Føroya og serstakliga av javnaðarflokkinum. Permumyndin er lokið oman á einum tjóðarsorgarleiki.

Tað er áhugavert at lesa sjónarmiðini hjá Mannbjørn Jacobsen og hansara lýsingar, viðmerkingar og faktuellu upplýsingar. Av tí at hetta upprunaliga er gjørt í ólíkum blaðgreinum, og eingin beinleiðis niðurstøða er gjørd ella annað, sum uppsummerar tað, sum verður ført fram, verður hetta tó bert skilt í brotum. Tað er sum um alt er ein spreinging av sjónarmiðum, sum eru flogin í allar ættir. Tú tekur brotini upp og lesur eitt fyri og annað eftir. Tann serligi danski málbúnin hjá Mannbjørn og tann ikki altíð so væl redigeraði og korrekturlisni teksturin ger viðhvørt tilfarið heldur óatkomiligt. Líkt er eisini til, at tá ið rithøvundurin rakar seymin á høvdið, hevur hann viðhvørt lyndi at bogna. Tað er spell, tí tað órógvar so nógv lesturin og tað, rithøvundurin hevur upp á hjarta. Tað stóra og nágreiniliga innihaldsyvirlitið kann tó hjálpa einum og hvørjum at lesa tað, hann ella hon hevur áhuga fyri. Tað er ikki vist, at alt er so objektivt og ópartískt, sum rithøvundurin í fororðinum sigur seg at stremba ímóti, men teksturin er harafturímóti merktur av vitan, áhuga og engagementi. Mangt og hvat, sum er farið inn undir gólvteppið tey farnu 60-70 árini, verður sópað út undan aftur, opinberað og kommenterað av nýggjum.