Deportivo La Coruna, sum hevur Magna Mohr í venjaratoyminum, vann í gjár 3-2 á Malaga í bestu sponsku deildini. Avgerandi málið kom ikki fyrr enn í evstu løtu.
Les eisini: Magni Mohr er spanskt stórfelag
Magni Mohr, sum er í venjaratoyminum hjá navnframa venjaranum Clarence Seedorf, hevur nógv at fegnast um hetta vikuskiftið. Hann hevur seinastu tíðina verið partur av venjaratoyminum hjá Deportivo La Coruna, har hann stendur fyri fysiskuvenjingini.
Deportivo La Coruna, sum stríðist í niðurflytingarstríðnum í La Liga, vann dystin 3-2, eftir at hava verið á odda bæði 1-0 og 2-1. Avgerandi málið kom ikki fyrr enn í seinastu løtu. Hóast stór gleði á Riazor leikvøllinum, so er langt á mál. Fimm stig eru upp til niðurflytingarstrikuna, meðan mótstøðuliðið í gjár er so gott sum flutt niður.
1
30
61
76
2
30
36
67
3
30
43
63
4
30
27
62
5
30
6
47
6
30
-3
46
7
30
-7
46
8
30
1
44
9
30
3
40
10
30
-7
40
11
31
6
39
12
30
-4
36
13
30
-11
36
14
30
-11
36
15
31
-18
35
16
30
-1
34
17
30
-18
28
18
31
-34
23
19
30
-40
21
20
31
-29
17
(Livescore.com)