Dennis Holm skal stýra kommununum

Dennis Holm er valdur til formann í Kommunufelagnum, meðan Heðin Zachariasen er valdur til næstformann.

Borgarstjórin í Vági, Dennis Holm, er nýggjur formaður í Kommunufelagnum, og nýggjur næstformaður er Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu.

 

Á fundi í Kommunuhúsinum var einasta mál á skránni val av 13 fólkum at manna nýtt stýri í felagnum næstu fýra árini, og síðani at velja formann og næstformann.

 

Tvey valevni vóru til formann, Dennis Holm og Tórbjørn Jacobsen, og har fullu atkvøðurnar soleiðis, at Dennis Holm var valdur við sjey atkvøðum, meðan Tórbjørn Jacobsen fekk seks.

 

Síðani skuldi næstformaður veljast, og tað lá í kortunum, at so skuldu tey sjey, ið høvdu valt Dennis Holm, velja Jóhan Christiansen.

 

Men har kom eitt annað uppskot, sum var Heðin Zachariasen, ið endaði við at vinna atkvøðugreiðsluna, og tí er nýggjur næstformaður í Kommunufelagnum.

 

Meðan Sonni á Horni, Jóhan Christiansen, Jógvan Skorheim, Dennis Holm, Brandur Sandoy og Eyðdis Hartmann Niclasen - sum høvdu valt Dennis Holm - valdu Jóhan Christiansen, fór Annika Olsen nú upp í part við restini, og atkvøddi fyri Heðini Zachariasen.