TÍÐINDASKRIV.
Fíggjarmálaráðið hevur av sínum eintingum gjørt egnu tulkingar av sáttmálanum millum ráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og brúkar hesar sum grundgeving fyri at gera nevndu niðurskurðir í lønarútgjaldingunum, sum lærarnir meta er greitt brot á sáttmálan.
Avgerðin í málinum er komin heilt óvart á lærararnar á skúlanum. Boðini komu, um teldupost, tá lønarbroytingarnar vóru settar í verk og sostatt má sigast, at talan er um eini harraboð frá Fíggjarmálaráðnum.
Lærararnir vilja hervið harðliga mótmæla framdu lønarniðurskurðum og ódemokratisku mannagongdini í málinum.
Lærarar á Sjúkrarøktarfrøðiskúla Føroya.