Demokratia vil røkka teimum stílfullu kvinnunum

-Vit vilja við hesum m.a. røkka teimum stílfullu kvinnunum, sigur Marna Jacobsen, forkvinnan í Demokratia.

Stilettirnir á plakatini hjá Demokratia hava vakt rættiligan ans á sosialu miðlunum. Katrin Kallsberg, fyrrverandi forkvinna í Javnstøðunevndini segði á in.fo fyrr í dag, at tá ið Demokratia er avsendari tekur hon tað lættari enn um ein annar avsendari var handan tær lillaðu stilettirnar, tí Demokratia hevur gjørt ótrúliga stórt arbeiði fyri at fáa kvinnur at stilla upp til politiskt val.

 

Marna Jacobsen forkvinna í Demokratia sigur, at lýsingin hevur skapt stórt uppmerksemi og í so máta hevur hon eydnast væl. Men kortini eru deildar meiningar – summar eru frá sær sjálvum, tí tær halda lýsingin byggjur upp undir teir fordómarnar, sum eru um kvinnur.

 

-Vit vóru samd um at vit vildu royna hetta, tí hetta skal vera við til at fáa ein ávísan málbólk í talu, sigur Marna Jacobsen.

 

Tað eru ikki allar kvinnur, sum kenna seg aftur í klassiska kvinnustríðnum.

 

 

- Summar halda als ikki, at tað er nakað at berjast fyri á tí frontinum. Tær halda, at javnstøðutrupulleikin er loystur og tí kenna tær seg ikki aftur í klassiska kvinnustríðnum, sigur Marna Jacobsen.

 

Demokratia vil við hesum eisini siga, at útsjóndin hjá kvinnum ikki hevur nakran týdning.

 

 

-Stillettirnar verða nýttar fyri at raka tær, sum eru smartar og stílfullar. Men tað er eisini umráðandi at undirstrikað, at kvinnur eru meira enn teirra skógvar og klæðir, sigur Marna Jacobsen.

 

 

Hvørki høgir hælar, jakkar ella nakað annað hevur týdning fyri kvinnur. Tú kanst saktans hava høgar hælir og vera politikari ella hvat tú hevur hug til.

 

 

-Handan tíðin, har hælir og líknandi vóru við til at fasthalda kvinnur í tí mannligu fatanini av, at kvinnur vóru penar og til sex og so víðari, er farin. Sjálvandi, vit liva ikki í einari boblu og kvinnur verða enn stigmatiseraðar. Men tann størsta broytingin frá 70’unum og fram til í dag er, at kvinnur eru ógvuliga tilvitaðar um, hvørjar tær eru og hvat tær hava rætt til. Vit bardust í 70’unum fyri at sleppa undan stigmatiseringini sum eisini innibar høgar hælir, men tann tíðin er farin, sigur Marna Jacobsen.

 

 

Tær, sum brendu brósthaldarar í 70’unum eru uttan iva av teirru fatan, at kvinnur skulu bjóða seg fram í kommunupolitikki eisini. Men tær “stílfullu”, sum Marna Jacobsen kallar tær, skulu eisini kenna seg aftur í spurninginum um javnstøðu í politikki.

 

 

-Kanska kunnu hælirnir eisini vera við til at siga eina søgu um, at kommunupolitikkur ikki bara er gráur og keðiligur, men eisini litríkur og spennandi, sigur Marna Jacobsen.

 


Les meira um hugsanina hjá Demokratia um javnstøðu til kommunuvalið í heyst, á demokratia.fo.