Demokratia og Javnstøðunevnd halda ST-dag

24. oktobur er ST-dagur, og tá fara Javnstøðunevndin og Demokratia at skipa fyri tiltaki um kvinnurættindasáttmálan hjá ST ST-dagur verður 24. oktobur og í tí sambandi skipa Javnstøðunevndin og Demokratia tiltaki um CEDAW, sum er kvinnurættindasáttmálin hjá ST.

Tríggir fyrilestrar verða á skranni.

Elin Mortensen, stjórnmálafrøðingur og forkvinna í Amnesty International Føroya Deild, fer at greiða frá, um ST-sáttmálar gera mun.

Pól Egholm, málsviðgeri á Sendistovu Føroya í Keypmannahavn, fer at greiða frá Føroyum á javnstøðuleið út frá niðurstøðum hjá CEDAW-nevndini.

Og at enda fer Herdís Thorgeirsdóttir, sakførari og lektari við Bifrost, og Forseti í European Women Lawyers´ Association, at greiða frá, hvussu CEDAW kann nýtast sum amboð.

Orðstýrari verður Dorit Hansen, cand.mag.

Sáttmálin hevur verið í gildi í Føroyum síðan 1983, og varð staðfestur á Løgtingi í 1987.

Høvuðsendamálið við ST-degnum er tó at minna á, at heimsyvirlýsingin hjá ST varð samtykt 24. oktobur 1945.

- Við at skipa fyri hesum tiltaki á ST-degnum ynskja Javnstøðunevndin og Demokratia at gera sítt til, at dagurin verður hildin, eisini í Føroyum. Vónandi ber á henda hátt til at økja um kunnleikan í Føroyum til ST sáttmálar, siga Javnstøðunevndin og Demokratia í tíðindaskrivi um tiltakið, sum verður í Norðurlandahúsinum 24. oktobur frá klokkan 15.