Demokratia 100 ára hátíðarhald

Leygardagin 30. apríl verður100 ára hátíðarhald fyri valrætti til kvinnur og ognarleys.

Leygardagin 30. apríl kl 14.00-18.00 skipar Demokratia fyri 100 ára hátíðarhald fyri valrætti til kvinnur og ognarleys.

Tiltakið verður í Norðurlandahúsinum.

Skráin í Norðurlandahúsinum er henda:
14.00: Marna Jacobsen, forkvinna í Demokratia bjóðar vælkomin
14.10: Tað frættist nú og fregnast. Sissal Grækarisdóttir Magnussen syngur
14.15: Fyrilestur við H.A. Sølvará, Kvinnumyndir gjøgnum mannfólkaeygu gjøgnum øldirnar
14.40: Lea Kampmann spælir 2 løg
14.50: Ritt Bjerregaard 1. Innslag
15.00: Steðgur
15.15: Sofaprát við Katrini Kallsberg, Eyðgunn Samuelsen og Sonju L. Jógvansdóttur. Moderator Sissal Kampmann
15.40: Guðrið Hansdóttir spælir 2 løg
15.55: Fyrilestur við Beintu í Jákupsstovu, Menning av føroyskum fólkaræði 1916-2016 - og í framtíðini
16.20: Sjónleikur við Sóley Danielsen og Katrini V. S. Mortensen
16.35: Lea Kampmann spælir 2 løg
16.45: Steðgur
17.00: Ritt Bjerregaard 2. innslag
17.15: Guðrið Hansdóttir spælir 2 løg
17.30: Pallborðskjak við limum úr politisku ungmannafeløgunum.

 

Orðstýrari, Katrin Petersen

 

Seinni á kvøldi verður hildið fram í Sirkus í Vágsbotni í Havn.