Demokrati og miðsavna

Eftir vitjan danska forsætisráðharrans, Anders Fogh Rasmussens, hava bæði landsstýrið, Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin róst forsætisráðharranum fyri at hava sagt, at hann fer at gera júst, sum teir vilja. Óførur maður!

Men tað skerst ikki burtur, at Ander Fogh Rasmussen, eins og Poul Nyrup Rasmussen tvíheldur um, at evsta valdið yvir Føroyum og Grønlandi, framvegis skal vera miðsavnað í Keypmannahavn.
Nútíðar serfrøðingar hava yvirhøvur eina turkatrúgv á miðsavnan. Miðsavnan er loysunarorðið. Mutar tú ímóti, verður sagt at tú fyglir ikki við tíðini, tí tíðin krevur størri eindir o.s.fr..
Eg loyvi mær kortini at koma við nøkrum hugsanum, um hesi viðurskifti.
Tá valdið verður miðsavnað, verður demokratiið veikari. Meira valdið verður miðsavnað, nærri koma vit einaræði. Einaræði er jú, at alt valdið er savnað á einum stað.
Hví vilja fólk so miðsavna valdið? Jú, tí alt skal vera so effektivt og rationelt.
Tey flestu vita, at demokratið er ikki serliga effektivt og og rationelt. Eg havi hoyrt, at Winston Churchill einaferð skal hava sagt, at demokrati er ein vánaligur stýrisháttur, men at higartil hevur eingin funnið nakað betri.
Tað mest effektiva er sjálvandi einaræði, har ein dugnaligur leiðari situr á trónuni, og tekur allar avgerðir.
Tað mest demokratiska er, at hvør einstakur ger sum hann vil, og at eingin ella einki kann taka hendan rættin frá honum.
Tá ein persónur fer uppí ein felagsskap, so letur hann eitt sindur av frælsi sínum frá sær.
Gjøgnum øldirnar hava menniskju funnið út av, at tað er so mangt, sum vit kunnu gera í felag, sum vit annar ikki megna. Eingin einstaklingur hevur orku til at skapa nógv av tí, sum vit kunnu gera í felag.
Fleiri lond hava ella hava havt ein-flokka skipan. Í slíkum londum fær bert ein flokkur loyvi at virka.
Í Føroyum hava vit ofta hoyrt og lisið, at fólk vilja hava teir smáu flokkarnar burtur. Onnur vilja hava eitt høgt ?sperrimark?, kanska 5 ella 10 %. Hetta eru royndir at miðsavna valdið, og at gera demokratiið veikari.
Stór lond ráða yvir smærri londum, og miðsavna soleiðis valdið. T.d. er evsta valdið yvir Føroyum og Grønlandi miðsavnað í Keypmannahavn. Enntá eru fólk, sum halda, at best hevði verið, um alt valdið yvir øllum Evropa varð miðsavnað í Brussell.
Síkar hugsanir eru ódemokratiskar!
Tað, at føroyskir politikarar ikki vilja ráða í egnum landi, men heldur vilja at evsta vald framvegis skal verða miðsavnað í Keypmannahavn, er ikki demokratiskt.
Eg skilji tí hvørki Anfinn Kalsberg ella Høgna Hoydal, tá teir fegnast um, at Anders Fogh Rasmussen vil lata føroyingar yvirtaka fleiri málsøki.
Hetta ger hann bert fyri at fáa føroyingar at tiga, og fyri at tryggja sær, at føroyingar framvegis skulu vera innanfyri heimastýrislógina. Tað er einki at fegnast um!
Tað er rætt, at Fogh var blíðari og fólkaligari enn Nyrup, men hann segði stórt sæð tað sama. Endamálið var hitt sama.
Sitandi ?fullveldis?-samgonga stóð stinn fyrstu tíðina, men orkaði ikki at halda sína leið. Nyrup segði samgonguni, hvat ber til, og hvat ikki ber til, og síðani hevur samgongan latið, fyrst Nyrup og síðani Fogh, gjørt av, hvat ber til, og hvat ikki ber til.
Tað grundleggjandi í samgonguskjalinum, hava Nyrup og Fogh sagt nei til, og samgongan hevur givið teimum rætt! Best man vera at arbeiða eftir heimastýrislógini frá 1948!
Nyrup segði, at føroyingar eru eitt fólk, men vildi ikki góðkenna okkum sum tjóð. Tá Fogh var í Føroyum, var hann einaferð nær við at at siga ?den færøske nation?; hann segði ?den færøske .. ?, men tók seg í tí, og segði í staðin ?den færøske n?.. det færøske folk?.
Heldur ikki vilja teir góðkenna Føroyar sum eitt land, men teir tosa um ?disse smukke øer?, ?denne del af det danske rige?, o.s.fr.
Uppskot um suverenitet skuldi verða lagt fyri løgtingið í 1998, føroyskur heimarættur skuldi verða staðfestur frá 1. januar 1999, føroysk grundlóg skuldi fara til fólkaatkvøðu í seinasta lagið ár 2000, men har hendi einki.
Landsstýrið lovaði tvær fólkaatkvøður, men tordi ikki at standa við givin lyfti. Helst tí at Nyrup lovaði at innlima Føroyar í danska ríki í allar ævir. Hetta var ódemokratiskt. Ikki í familju við demokrati!
Vit mugu tíverri staðfesta einaferð enn, at vit fáa einki sjálvstýri frá dønum. Skulu vit hava sjálvstýri, suverenitet ella fullveldi, so mugu vit taka tað. Hjálandsveldið Danmark letur einki frá sær.
Spurningurin er nú, um Føroya fólk enn trýr, at sitandi samgonga meinar nakað við prátið um fullveldi og um ?sjálvstýri Føroya fólks?.
Sitandi samgonga, sum byrjaði sum ein ?fullveldis?-samgonga, nú er vorðin ein ?heimastýris?-samgonga, sum putlast við at yvirtaka nøkur mál, eftir heimastýrislógini frá 1948, við vælsignilsi frá donsku stjórnin.
Sostatt endaði ?fullveldis?-samgongan við yvirtøku-putli, ístaðin fyri fullveldistøku.