Demokrati í Føroyum ella føroyskt demokrati

Ikki um eg fati, hví málið um tær sera ríkt máldu pensiónirnar til gamlar landsstýrismenn vekur slíkan ans.

 

Súsanna Dam

?????????????


Ikki um eg fati, hví málið um tær sera ríkt máldu pensiónirnar til gamlar landsstýrismenn vekur slíkan ans. Hetta er bara dømi um (grótføroyskt) demokrati, tá tað virkar allarbest. Vit hava fingið teir politikkarar, vit hava valt, og teir gera av hvussu stjórnað verður. Meirlutin av fólkinum valdi politikkarar til at loysa okkum úr donskum hafti, og tað er tað, teir gera. Tá blokkurin verður burtur, verður lítið og einki til fólkapensiónir og eldrarøkt, so tað er tá sólarklárt, at teir mugu hugsa um seg og sín aldurdóm, hvør vildi ikki gjørt tað sama. Teir vita sjálvir allarbest, at púrt einki høpi er í procentrokningin hjá Høgna Hoydal, og taka síni fyrilit. Tað hevði eg eisini gjørt, fekk eg møguleikan. Vit hava givið teimum einkarrætt til at nýta okkara skattakrónur sum best, og sanniliga um teir ikki royna eftir førimuni. Harafturat siga teir flestu seg púra ósekan í øllum illgitingunum, tí tíðin var ov stutt, summarfrítíðin fyri stavn, og bráðskundur á atkvøðugreiðslum. Og neyðars fíggjarmálaráðharrin visti av ongum, var burturstaddur, tá aðrir lumpaðu lokið av landskassanum. Hetta var bara tingsins demokratiski vilji, sjálvvirkandi og ótilvitað sum altíð. Meirlutin av veljarafjøldini hevur við síni atkvøðu longu sagt frá, at okkum tørvar hvørki skúlar, sjúkrahús ella ellisheim, um bara fullveldið vinnur frama. Mær er sagt, at alt verður øðrvísi tá. Eingin - uttan politikkarar - fara at krevja so nógv, sum í dag, Sambært vælsnikkaðu útsagnum løg og varaløg skal samfelagið skerast eftir heimagjørdum føroyskum mátistokki, hóskandi til okkara rótføroysku mentan, so romantiskt at bara hugflogið setir mørk. Hóast vit ikki enn hava sæð minsta vet av nakrari nýskipan, uttan hesar rættiliga munadyggu lønarbatarnar til politikararnar, sum mótvekt móti ?smærri? avmarkingum á teimum týdningarmiklu økjunum, hepnast teimum enn at varðveita myndina av frælsisstríði móti donskum trælahaldi.. Ein av mínum starvsfeløgunum í gomlum bankadøgum plagdi at taka soleiðis til ?Tyve og røvere skal ikki arve Guds rige, kun ærlige folk, som stjæler?. Hetta varð sagt, tá vit sóu vaksnar menn tíggja sær sum gnisandi skúlagentur, tá tátíðarinnar politikkarar høvdu lagt eina nýggja avskrivingarreglu afturat skattacirkusinum ella høvdu kreera onkra snilda stuðulslóg. Vónandi fer eingin at hugsa um slík orðafelli í sambandi við landstýrismannapensiónirnar, men tíbetur restar lítið í, áðrenn núverandi politikkarar hava prógvað, at teir eru á leið á sama siðalagsstøði.