Demokratarnir í USA eru ikki nøgdir við, at teir bara sleppa at síggja eina redigeraða útgávu av teirri nógv umrøddu frágreðingini hjá Robert Mueller.
Tí hevur formaðurin í rættarnavndini í Umboðsmannatinginum, Jerrold Nadler, stevnt amerikanska løgmálaráðnum í dag.
Kann krevur, at ráðið í seinasta lagi 1. mai letur frá sær fullu frágreðingina til rættarnevndina í tí demokratiskt stýrda kamarinu í Konrgressini.
Frágreðingin frá serliga ákæranum Robert Mueller varð hósdagin almannakunngjørd eftir næstan tvey ára drúgvt arbeiði. Tó er talan um eina redigeraða útgávu, har fleiri viðurskifti eru strikað út.
– Nevndin hjá mær hevur brúk fyri og krav upp á at síggja fullu útgávuna av frágreðingini og tey hartil hoyrandi prógv, skrivar Nadler í eini fráboðan.
Hann leggur afturat, at tað er heilt í tráð við galdandi mannagongdir.
Fyrrverandi FBI-stjórin Robert Mueller hevur síðani í mai í 2017 kannað, um russisk uppíblandan var í amerikanska forsetavalið í 2016.
Arbeiðið endaði í mars, og hósdagin varð frágreiðingin almannakunngjørd.
Mueller hevur millum annað kanna, um amerikanski forsetin, Donald Trump, í 2016 samstarvaði við Russland í valstríðnum móti Hillary Clinton.
Frágreðingin drevur feliri træðrir millum starsbólkin hjá Trump og russarar. Tað eru tó ikki prógv fyri, at Trump hevur havt beinleiðis ítøkiligt samstarv við Russland.
Tey sum eru kritisk mótvegis Trump hava í størri mun fokuserað uppá, um forestin hevur roynt at órógva kanningararbeiði hjá Mueller.
William Barr, løgmálaráðharri, hevur í sambandi við almannakunngeringina av frágreiðingini lagt dent á, at tað á ongan hátt hevur verið tilfeldið. Men eftir at frágreðingin er almannakunngjørd hava fleiri demokratar fingið aðra fatan.
Teir halda j´sut, at tað eru partar í 448 síður drúgvu frágreðingini, sum prógva, at Trump hevur vilja forða Mueller í kanningararbeiðinum.
Millum annað hevur forsetin biðið ráðgeva sín, Don McGahn, um at ringja til løgmálaráðharran og biða um at fáa Robert Mueller koyrdan frá.
/ritzau/AP











