Demba Ba er nýggja Newcastle stjørnan

Hann dumpaði í eini læknakanning hjá Stoke City fyri einum ári síðani, men í dag er Demba Ba ein Premier League stjørna.

 

Demba Ba hevur upp á eitt ár sannført fótboltsheimin um at hann er ein leikari, ið feløgini kunnu rokna við. Søgan var annars ein onnur, tá Stoke City í januar í 2011 valdi ikki at keypa 26-ára gamla framherjan, tí hann dumpaði eina læknakanning. Eins og læknakanningin hjá Stuttgart hálvt annað ár fyri, so mettu læknarnir at annað knæið hjá honum var ov veikt.

 

Demba Ba er upp á trý ár frain frá at spæla næstbestu deildini í Týsklandi til at verða ein av teimum bestu framherjinum í Premeir League. Hann hevði eitt gott kappingarár í belgiskum fótbólti við Mouscron, áðrenn hann í 2007 skifti til týska Hoffenheim.

 

Her var Demba Ba við til at vinna felagið upp í bestu deildina. Tað gekk so væl, at Stuttgart vildi hava hann, men læknakanningin gav ikki tað úrslit, ið Stuttgart vildi hava. Í januar 2011 vildi Demba Ba víðari og Stoke stóð á gáttini til at fáa hann, men læknakanningin segði tað sama.

 

Tá Stoke ikki tók av, so smekkaði West Ham til og keypti hann. Prísurin var tengdur at hvussu nógvar dystir hann megnaði at spæla fyri felagið, sum var í stórum niðurflytingarvanda. Hann spældi tólv dystir og skjeyt sjey mál, men tað var ikki nokk til at bjarga lívinum í Premier League. Sambært sáttmálanum kundi Demba Ba fara frítt um felagið flutti niður.

 

Newcastle gjørdi skjótt av og tryggjaði sær framherjan úr Senegal. Partarnir gjørdu ein trý ára sáttmála. Har er Demba Ba blivin móttikin sum ein stjørna. Hann hevur í 19 Premier League dystum skotið 15 mál og helst høvðusorsøkin til góðu gongdina hjá Newcastle í ár.

 

Sky Sports hevur gjørt eina samrøðu við Demba Ba. Hon kann síggjast við at trýsta á HER

(Samrøðan er á enskum)