- Vit gleða okkum sera nógv til at Delirious koma 5. novembur, sigur Vinjard Johansen, stjóri í AD-Management Fyri lítlari løtu síðani var til setanina á Fjarðafestivalinum kunngjørt, at ein hin kendasti kristni bólkurin í heiminum, Delirious, kemur til Føroyar at spæla konsert í Kelduni 5. novembur í ár.
Bólkurin hevur verið til síðani 1993 og hevur fóðra tónleikaheiminum við hitti omaná hitti. Í løtuni er bólkurin sambært teimum sjálvum um at pakka saman, men fyri fyrstu, einastu og seinastu ferð verður bólkurin at síggja í Kelduni í ár.
Bólkurin hevur fyrr hitað upp hjá millum øðrum Bon Jovi.
Til tey sum kenna bólkin er hetta sjálvandi ein stór hending. AD-Management, ið standa aftanfyri Fjarðafestivalin, hava í trý ár roynt at fáa bólkin til landið, men so gott sum allar avtalurnar komu upp á pláss eftir einum degi.
Atgongumerki til konsertina verða seld á festivalinum, og fyrireikararnir rokna við at atgongumerkini verða útseld eftir lítlari løtu.










