Fremsti kristni tónleikabólkurin seinnu árini eru í Føroyum á fyrsta sinni Í kvøld spæla ?Delirious?? í Kelduni í Skálafirði. Talan verður um fyrstu, einastu og seinastu konsertina hjá bólkinum í Føroyum. Limirnir fara í næstum hvør til sítt, eftir eina framgangsríka yrkisleið, sum byrjaði fyri fleiri árum síðani.
Í 1992 skuldu Martin Smith (sang og gittar), Tim Jupp (tangentar) og Stew Smith (trummur), skipa fyri tónleikinum til eitt ungdómstiltak. Samanblandingin av ærligu og rámandi tekstunum hjá Martin Smith, og evnaríku tónlakarunum gjørdist sera væleydnað, og tóku áhoyrarnir hesar garpar til sín. Skjótt frættist kring Heimin, at hetta var tann mest spennandi tónleikurin, sum komin var frá kristnum tónleikarum í fleiri ár.
Fløgan ?King of fools?, sum kom í 1997, var fyri mong sera kontroversiel, men vóru fleiri løg á ensku hittlistunum hetta árið.
Nú byrjaði USA eisini at fáa eyguni upp fyri hesum bólkinum og kom ?King of fools? inn á amerikanskan hitlista og lá har í 18 vikur. Fleiri enn 200.000 ?King of fools? fløgur blivu seldar í USA. Amerikanska plátufelagið, Virgin Records fekk eyguni upp fyri bólkinum. Skipa var fyri einari konsertferð, sum førdi teir til Kanada, Avstralia, Ný Sæland, Evropa og USA. Ein søluavtala við EMI gjørdi áhugan fyri bólkinum enn stóri. Næsta fløgan Mezzamorphis bleiv enn betri móttikin og vístu veruliga ?andan? í Delirious?. Og hevur sigursgongdin hildið fram í nógv ár.
Í kvøld kl 20 fara ?Delirious?? so á pallin í Kelduni í Skálafirði. Og býðst ikki høvið aftur at hoyra teir her í Føroyum.