Dekksentrið – nú eisini í Saltangará

Fríggjadagin 13. oktober var móttøka í nýggju deildini hjá Dekksentrinum á havnalagnum í Saltangará. Talan er um ein væl innrættaðan dekkverkstað, við øllum tí sum hoyrir til eina nútímans dekksølu


Nógv fólk, bæði úr Eysturoy og aðrastaðni frá, høvdu leitað sær til móttøkuna í hølunum hjá Dekksentrinum í Saltangará.
 
Talan er um ein væl innrættaðan dekkverkstað við øllum tí sum hoyrir til ein nútímans dekksølu.
 
Verkstaðurin er í ljósum og hugnaligum hølum við skrivstovu og einum rúmi, har kundarnir kunnu fáa sær ein kaffimunn og nýta telduna til at leita á internetinum ella kanna teldupost, meðan dekkini verða skift, bilurin verður sporaður ella onkur smærri umvaling verður gjørd. 
 
Øll tólini á verkstaðnum eru av nýggjasta slag, har eru t.d. lyftir, dekk- og balanseringsmaskinur og sporitól til 4-hjólsútmátingar, sum eisini kann nýtast til aðrar kanningar av bilum.
 
Eisini verða smærri umvælingar gjørdar sum t.d. oljuskift, skift av ljósperum og akkmulatorum umframt aðrar smærri umvælingar.
 
Á goymslu er altíð eitt stórt úrval av dekkum og felgum í nógvum ymiskum støddum. Eisini verður eitt fjølbroytt úrvæl av trukkdekkum á goymslu.
 
Verkstaðurin er innrættaður til persónbilar, vøruvognar, jeepar og trukkar. Lastbiladekk kunnu latast inn á verkstaðin og síðan heinast aftur, tá tey eru skift, sigur dagligi leiðari á Dekksentrinum í Saltangárá, Eyðbjørn Hansen á Tofum. Eyðbjørn er 36 ára gamal og útbúgvin lastbilamekanikari. Hann lærdi á lastbilaverkstaðnum hjá P/f Hera Thomsen og hevur drúgvar royndir við umvælingum av bilum.
 
Okkara fremsta mál er at veita viðskiftarfólkunum eina góða tænastu, sigur Eyðbjørn Hansen. Umframt Eyðbjørn starvast eisini Dánjal Jacobsen, sum býr á Kambsdali, á dekkverkstaðnum.
 
Hóast móttøkan var fríggjadagin, læt Dekksentrið í Saltangará alment upp mánadagin 16. oktober.
 
 
Myndatekstur:
 
Starvsfólk á Dekksentrinum í Saltangará, f.v.: Eyðbjørn Hansen, leiðari, Dánjal Jacobsen, hjálparfólk, og Rúni Lindberg, leiðari á Dekksentrinum í Havn