Ein rættiliga umfatandi modernisering er farin fram á Dekksentrinum í Havn við t.d. nýggjari útgerð til hjól og dekk. Tað er Würth Føroyar, sum hevur latið amerikansku Hunther útgerðina til Dekksentrið. Talan er um mest framkomnu sporiútgerð við 4-hjólsútmáting sum finst við tilhoyrandi lyft og eini elektroniskari balanseringsmaskinu sum kann tað heila.
Fyri at lætta um arbeiðsgongdina hevur dekkverkstaðið nú gjøgumkoyring, soleiðis at bilar sum koma inn til dekkskift skulu ikki bakka út aftur men koyra fram gjøgnum eitt nýtt portur, sum er gjørt á vestaru síðu á bygninginum.
Umframt nýggju útgerðina er verkstaðurin og avgreiðslan eisini nútímansgjørd og sett í stand, soleiðis at tað er sum at koma inn í ein nýggjan bygning.
Rúni Lindberg, stjóri á Dekksentrinum, sigur, at hetta verður gjørt fyri at lætta um mannagongdirnar hjá starvsfólkunum og fyri at geva kundanum eina enn betri tænastu. Umframt alt sum hevur við hjól og dekk at gera átaka vit okkum eisini at gera umvælingar t.d skifta olju, perur, umvæla bilin samb. sýnsseðil, skifta kobling, bremsur og annað - alt til sera kappingarførar prísir.
Dekksentrið innflytir flestu dekkini beinleiðis frá framleiðara, tí kunna vit altíð bjóða kundum okkara teir bestu prísirnar. Dekksentrið umboðar dekkmerkini Michelin, Gislaved og Interstate. Um kundin vil hava onnur merki, letur hetta seg eisini gera. Vit eru heildarveitari av dekkum og felgum til alt sum koyrir, sigur Rúni Lindberg.









