Hetta eru aðru ferð, at Deja vu spælir í Stóra Pakkhúsi. Fyrru ferð var í november mánað í fjør, tá Deja vu spældi saman við donsku trio´ini Peter Smith Trio. Tað kvøldið var eitt framúr gott kvøld og staðfesti Deja vu enn einaferð, at bólkurin telist millum allarbestu bólkarnir í Føroyum.
Leygarkvøldið hava suðringar sostatt møguleikan at fáa eina Deja vu uppliving, tá bólkurin leggur leiðina framvið í Stóra Pakkhúsi.