Deja vu hjá Chelsea í norska kavanum

Avram Grant roynir at bera seg undan, at veðrið skal hava nakra ávirkan á Chelsea-leikarnar. Og, at Chelsea leikarnir eru royndir, og eru vanir við ymiskar umstøður. Steffen Iversen og hinir Rosenborg leikarnir leggja eisini dent á, at kavin ikki verður ein so stórur fyrimunur, sum norskir fjølmiðlar vilja hava tað at verða.

Seinast Chelsea royndi seg í norska kavanum, var á Alfheim Leikvøllinum í Tromsø. Hetta var fyri 10 árum síðani. Ta ferðina tapti Chelsea 3-2 fyri teimum undirtippaðu norðmonnunum. Chelsea kom tó sterkt aftur í returdystinum, og vunnu teir tá 6-1. Nú er talan um bólkaspæl, og norskir fjølmiðlar hava góðar vónir um, at Rosenborg fær minst eitt stig. Samstundis vóna okkara grannar, at Valencia og Schalke leika javnt niðri í Spania. Støðan er í løtuni hendan: Chelsea 8 stig, Rosenborg 7, Schalke 4 og Valencia 3 stig. Rosenborg endar bólkaspælið í Gelchenkirchen, ímóti Schalke.