Deiligt at vera á landsliðnum aftur

Tað sigur Heini Vatnsdal, sum hevur vunnið sær fast pláss í Fremad Amager

Heini Vatnsdal er aftur á landsliðnum, eftir at hann hevur vunnið sær fast pláss á liðnum hjá Fremad Amager, har hann hevur spælt í bæði miðverjuni og á miðvøllinum.

 

Tað hava verið boð eftir vágbinginum fyrr í ár, men í báðum førum mátti hann geva avboð. Nú gleðir hann seg til at spæla á landsliðnum aftur.

 

Í føroysku kappingini kenna vit Heina Vatnsdal, sum ein miðvallarmotor, ið bjóðar seg fram í báðum endum. Nú er hann fluttur aftur í miðverjuna nakrar dystir.

 

- Um eg skal vera erligur, so dámar mær tað væl. Eg eri úttikin sum miðvallari og tað skilji eg eisini væl. Eg kann bæði og tað er bara deiligt at verða á landsliðnum aftur, sigur Heini Vatnsdal.

 

Rás2 sigur beinleiðis frá landsdystinum móti Ungarn, sum verður týskvøldið klokkan 19.45. Byrjað verður at senda klokkan 16.