- Deiligt at ganga í skúla

Leivur í Buð Justinussen er 8 ár og gongur í 2. flokki. Honum dámar væl at ganga í skúla.
- Vit skriva fyrisøgn, lesa og rokna, sigur hann. Eisini gera tey ymiskt ítriv, sum t.d. tøving, byggja gróthús og mangt annað

Fimleikartímarnar hava dreingirnir í Árnafirði saman við 2. flokki í skúlanum við Ósánna í Klaksvík. Nú kennir Leivur eisini nógvar dreingir í Klaksvík, sum eru um sama aldur sum hann.<?xml:namespace prefix = o ns = "urn:schemas-microsoft-com:office:office" /><o:p></o:p>


Tá ið vit møttu upp í skúlanum í Árnafirði, sparkaðu teir tríggir árnfirðingarnir fótbólt úti í túninum, meðan teir bíðaðu eftir Charlottu, læraranum, sum eisini undirvísir í Klaksvík. <o:p></o:p>


Leivur greiðir frá at teimum dáma væl at sparka fótbólt, og eisini hava teir plakatir av kendum fótbóltsleikarum hangandi inni í skúlastovuni. Annars hugna teir sær við nógvum ymiskum til dagligt. Teir hava eina fína teldu standandi inni í skúlastovuni, og spæla teir ofta teldu í fríkorterunum.<o:p></o:p>


Leivur gongur í 2. flokki, so hann hevur ikki danskt enn, so tá ið Jógvan og Poul lesa danskt, so lesur hann føroyskt. <o:p></o:p>


- Men tá ið vit skriva fyrisøgn, skriva vit allir tað sama, sigur Leivur.<o:p></o:p>


Annars er sera hugnaligt inni í skúlastovuni. Sum í øðrum skúlastovum hava teir ymiskt pynt, ið teir sjálvir hava gjørt. Teir hava nógvar plakatir, og góða útgerð, m.a. hava teir eisini sjónvarp, video og dvd.<o:p></o:p>


- Tað er serliga tá ið onkur hevur føðingardag, at vit hyggja eftir filmi, greiðir Leivur frá, og leggur afturat, at teir eisini av og á hyggja eftir onkrum nýggjum filmi, sum júst er útkomin.<o:p></o:p>


Leivur, Jógvan og Poul eru í skúla hvønn dag frá kl. 10:05 til 13:10, og fríggjadag eru teir í Klaksvík, og hava fimleik saman við 2. flokki í Skúlanum við Ósánna.<o:p></o:p>


 <o:p></o:p>


 <o:p></o:p>