Mentanarhúsið í Fuglafirði var í gjár karmur um eina tónleikauppliving av teimum heilt stóru, tá Dánjal og Lover Lover vitjaðu.
Nú Dánjal á Neystabø gav út eina stuttfløgu, varð skipað fyri útgávukonsert í Fuglafirði, og eins og í Prix Føroyar døgunum varð skipað fyri bussferð úr Havn og eini 20-25 fólk tóku av tilboðnum. Lagið var gott, og túrurin hugnaligur, og tað er at vóna, at hetta er nakað, ið verður endurtikið, tí hóast vit kundu verið fleiri, so riggaði hetta so sera væl.
Eisini sjálv konsertin var framúrskarandi Lover Lover eru vorðnir støðugt betri, og konsertin í gjár riggaði ómetaliga væl, ein deilig løta við behagiligum fangandi poppi spældum á tveimum gittarum á einum forritaðum undirlagi og so hesar báðar deiligu røddirnar, ið teljast millum tær mest behagiligu í Føroyskum tónleiki.
Høvuðsnavnið var Dánjal, ið við sínum væl samansetta bólki av klassatónleikarum leveraði eina nærverandi, lívliga, inniliga og festliga framførslu. Fleiri av nýggju løgunum boða frá sera góðum, eins og konsertin var kryddað við onkrum gomlum lagi hjá Dánjal.
Dánjal er í ferð við eina fløguverkætlan, og stuttfløgan, ið kom út í gjár, var fyrra helvt av henni, fulla fløgan kemur út á G! í ár. Vit sluppu at uppliva løgini av stuttfløguni, men eisini løg, ið vera á seinnu helvt av fløguni.
Talið av gestum á konsertini kundi verið hægri, men tey, ið vóru har fingu eina framúr uppliving.