TÍÐINDASKRIV
Hetta er eisini síðsti avgreiðsludagur í teimum leigaðu hølunum í J. C. Svabosgøtu 54, sum deildin hevur húsast í síðani umbyggingin byrjaði í mai 2001.
Frá og við mánadegnum 29. apríl fer øll avgreiðsla í Hornabø fram í nýggju hølunum.
Í sambandi við umbyggingina varð gjørt av at deildin í framtíðini ikki bert skal virka sum avgreiðsludeild, men eisini skal veita privatkundum lán, íløguráðgeving, eftirlønaráðgeving o.a., soleiðis at kundarnir kunnu fáa øll síni ørindi avgreidd á deildini.
Ynskini til peningastovnar broytast, og tí vil Sparikassin tillaga seg tørvin hjá tí einstaka kundanum og gera umstøðurnar fyri ráðgeving betri.
Og talan er um stórar broytingar. Frá bert at hava havt niðastu hædd við einum lítlum tilbygningi til taks, so er meira bygt aftrat, samstundis sum, at alt tað upprunaliga húsið er tikið við í arbeiðsøkið. Á niðastu hædd er stórt og ljóst avgreiðsluhøli, ið er 119 m2 til støddar, fundarhøli og sjálvtøka. Fasadan móti vegnum er ein stórur og vakur glasveggur. Á miðhæddini eru tvey fundarhøli og kundatoilett. Á ovastu hædd er starvsfólkakøkur, edv-rúm og toilett.
Ein onnur broyting er at sjálvtøkan er flutt inn í gongina. Úttøkukortið virkar sum lykil til hurðina, so tað ber til at taka út pening allar dagar frá kl. 06 til 24.
Tað er akitektavirkið hjá Árna Winther, sum hevur teknað nýggju hølini, sum eru tilsamans 203 m2, og innrættingin er gjørd í samstarvi við Stephanssons Hús.
Á deildini fara átta fólk at starvast. Mathea Hilduberg er fyribils sett sum deildarleiðari til 1. august 2002, tá Sæunn L. Petersen tekur við. Sæunn er 30 ár og hevur seinastu árini verið í Danmark í lestrarørindum, har hon hevur lokið HD prógv. Hon hevur lært í Sparikassanum, og hevur hollar royndir sum kundaráðgevi, bæði fyri privat- og vinnulívskundar.