Deildarleiðarin má frá

Forkvinnan í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, sigur at støðan í Heilsuskúlanum í Suðuroy er so fastløst og so álvarslig, at leiðarin má koyrast frá

Bæði deildarleiðarin á Heilsuskúlanum í Suðuroy og fýra av sjúkrameldaðu lærarunum eru limir í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, men forkvinnan í felagnum, Vár í Gong, sigur, at heilsustøðan hjá lærarunum er so háttislig orsakað av sálargligum ágangi, at einasta loysnin er at senda leiðaran til hús.


Vár í Gong sigur, at felagið hevur verið í einari truplari støðu, tí báðir partar í stríðnum eru limir í felagnum. Og felagið hevur roynt at hjálp báðum partum.


Men nú er støðan so álvarsom, at fremsta málið má vera at hjálpa teim fýra lærarunum, sum felagið hevur í skúlanum.

Felagið nú er farið í samstarv við hini fakfeløgini, sum hava limir á skúlanum, og í yvirlýsing vísa tey á, at Mentamálaráðið ikki tekur

støðuna í nóg stórum álvara.


Felagið umhugsar, at nokta limum sínum at taka upp arbeiði á skúlanum, men á fundi við Mentamálaráðið í seinastu viku, vóru tey biðin um at bíða við hesum, tí Mentamálaráðið arbeiddi við eini loysn.

Men enn er eingin loysn funnin, og tí fara fakfeløgini nú at taka støðu til, hvat næsta stigið skal vera.

- Hetta má bara ikki halda fram, sigur Vár í Gong avgjørd.