Bowlinghøllin hevur snarað lykilin

Felagið er farið í sjálvbodna likvidatión

Tað hevur gingið striltið hjá Bowlinghøllin í Havn seinastu tíðina, og hevur felagið seinastu fimm árini hava negativa eginogn. Seinasti roknskapurin, sum er frá 2021,  vísir, at eginognin er negativ við góðum 1,3 millión krónum. Úrslitið í 2021 var tó eitt yvirskot upp á 128.000 krónur, men í 2020 var hallið 709.000 krónur. Enn sæst ikki í almennu yvirlitinum, hvussu støðan var í 2022, men okkurt bendir á, at hon ikki hevur verið góð.

Við FM1 sigur Bjarni Kyster, stjóri og eigari, at Bowlinghøllin lat aftur hósdagin, og at hann sjálvur koyrdi felagið í likvidatión fríggjadagin.

Sambært FM1, so eigur Sámal Erik Hentze eisini ein part í Bowlinghøllini.

Bjarni Kyster vil ikki siga, hvør orsøkin er til at Bowlinghøllin hevur latið aftur, og hann vil ikki gera fleiri viðmerkingar til málið, annað enn at Bowlinghøllin hevur latið aftur, og at hann fer sjálvur ikki at lata upp aftur.

Tað hoyrist kortini, at onnur eru sinnað at taka yvir virksemið á Hálsi. FM1 hevur verið í sambandi við onkran teirra, men haðani verður sagt, at einki er avgjørt enn.

Seinasti roknskapurin hjá Bowlinghøllini á Hálsi vísti negativan eginkapital á minus 1,3 milliónir krónur. Hetta er frá rokniskapinum í 2021.