Tveimum av bókunum eigur Heðin M. Klein sín part í. Ein er úrvaldar yrkingar eftir nobelheiðurslønarvinnaran Nelly Sachs. Eitt einastandandi gott úrval, sum hann hevur týtt. Hin er eitt nýtt sjaldsamt yrkingasavn, sum nevnist Mær er so ymiskt. Birgir Kruse fer at tosa við Heðin M. Klein um hesi verkini.
Triðja bókin er "Gloymdur", sum er fyrsta skaldsøga, ið journalisturin Solby A. Christiansdóttir, hevur skrivað. Bókin, ið byggir á veruligar hendingar, setir spurningin, hvussu tað kann bera til, at eitt mistak í sjúkrahúsverkinum elvir til, at ein maður nú liggur til at doyggja. Hvør hevur ábyrgdina? Óluvá Zachariassen prátar við Solby A. Christiansen um fyrstu bók hennara.
Flóvin Viderø, ið er háaktuellur við nýggjum staklagi, fer at standa fyri tónunum.