Øll eygu vórðu vend ímóti fyrrverandi generalinum Wesley Clark, tá teir tíggju demokratarnir, sum ætla sær at bjóða George W. Bush av á forsetavalinum næsta ár, hittust til eitt orðaskifti í New York fyrrakvøldið.
Teir seinastu dagarnar hevur verið tosað um, at Clark tykist vera tann, sum hevur bestu møguleikarnar at vinna á Bush, men orðaskiftið vísti týðiliga, at mótparturin heldur fyrrverandi guvernørin í statinum Vermont, Howard Dean, vera ta størstu hóttanina ímóti Bush. Tað sást millum annað av tí, at tað var Dean, sum fekk tær harðastu ákoyringarnar, skrivar Reuters.
Allir teir tíggju demokratarnir søgdu, at teir fara at broyta skattalættan, sum stjórnin hjá Bush setti í gildi herfyri. Nakrir teirra søgdu, at skattalættin til tey múgvandi skal takast av, men Howard Dean og eitt annað valevni, Richard Gephardt, gjørdu greitt, at verður annar teirra valdur til forseta, verður allur skattalættin tikin av, tí ríkiskassin hevur heilt einfalt ikki ráð til lættan.